Tað er óheppið um liviumstøðurnar hjá fólki eru ójøvn, alt eftir, hvar í landinum tey búgva.
Tað heldur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, hevur spurt hana, hvørja støðu, hon hevur til, at brúkaragjøld verða løgd á pensjónistar fyri at fáa ymsar tænastur.
Eitt, hann hugsar um, er ein útsøgn frá nýggja meirilutanum í býráðnum í Havn, har hurðin varð gloppað fyri at leggja fleiri brúkaragjøldum á pensjónistar.
Jenis av Rana fær eisini nevnt, at tað eru tveir av somu flokkum, sum eru í meirilutanum í býráðnum, sum eisini eru í samgonguni í Løgtinginum, nevniliga Framsókn og Tjóðveldi, og tí vil hann hava at vita, hvørja støðu, landsstýriskvinnan hevur til brúkaragjøld.
Eyðgunn Samuelsen staðfestir, at tað var undanfarna samgonga, har eisini Miðflokkurin var ein partur, sum legði heimatænastunua og eldraøkið undir kommunurnar at umsita. Og í hesum sambandi gav samgongan kommununum heimild til at leggja brúkaragjøld á pensjónistar og tey, sum hava brúk fyri ymsum heimatænastum.
Í hesum sambandi kunnu kommunurnar krevja gjald frá pensjónistum, og teimum, sum fáa heimatænastur, fyri ymsar tænastur og ymisk tilboð, men kortini ikki fyri heimasjúkrarøkt.
Og hon staðfestir eisini, at ætlanin er ikki at geva kommununum heimildir at áleggja pensjónistum fleiri brúkaragjøld.
Hon sigur, at spurningurin um brúkaragjøld er heldur ikki ein partur av arbeiðnum at snikka eina nýggja pensjónsskipan til.
Hon heldur eisini, at tað er óheppið um liviumstøðurnar hjá fólki eru ójavnar, alt eftir, hvar í landinum tey búgva.
Men Eyðgunn Samuelsen sigur, at í næstum fer hon á fund við Kommunufelagið at tosa um ymisk mál, eisini um heimatænastu og eldrarøkt.