Nakað síðani kom fram, at Tórsjavnar Býráð arbeiddi við eini ætlan um at fáa eitt fittligt býartok at koyra í havnargøtum í summar.
Ætlanin var serliga at tað skuldi koyra runt í havnargøtum við fólki á óalvsøku.
Býráðið hevur havt fólk at arbeiða við málinum, men borgarstjórin, Heðin Mortensen, sigur, at tað er so tvørligt, at nú er ætlanin slept.
Hann sigur, at tað vóru serliga myndugleikakrøv, sum gjørdi tað so møtimikið, at tað varð meiri møði enn føði og tí varð ætlanin slept.
Fyrst skuldi tokið skrásetast sum traktorur og tað skuldi leggjast ein heilt føst ferðaætlan fyri, hvar tokið skuldi koyra.
Men varð vikið tað allarminsta frá hesi rutuni, skuldi aftur serligt loyvi fáast til tað.
Hetta var ikki ætlanin við tokinum, tí endamálið var nettupp at koyra runt í gøtuni og kunna gera avstikkarar ymsastaðn, sum hugurin og umstøðurnar nú bjóðaðu til.
Ætlanin var eisini at brúka tokið til skipaðar ferðir við ferðafólki og ferðaleiðara, sum kundi greiða frá.
Men tá ið tað ikki bar til, er ætlanin slept.
Slík tok eru vanligar býarmyndir aðrastaðni, men her verður tað so ikki, á hesum sinni í øllum førum.