Nógvir bileigarar kenna til, hvussu trupult tað mangan kann vera at sleppa ígjøgnum, tá teir t.d. ringja til sín bilhandlara at biðja um tíð á verkstað, ella at spyrja um bilurin er liðugur og klárur at avheinta.
Hendan trupulleika hevur fyritøkan ISUUS loyst við at geva fyritøkunum sín egna terminal, sum líkist tí hjá Føroya Tele, sum vit kenna best frá 1441 nummarinum. Munurin er, at skipanin hjá ISUUS er tvívegis, brúkarin betalur ikki eyka fyri at samskifta við terminalin, og kostnaðurin ið fyritøkar ber er fleiri ferðir bíligari. Hetta ger, at ein og hvør fyritøka sparir munandi við slíkari loysn.
ISUUS-forritið er eitt samskifti ígjøgnum fartelefonina hjá kundanum og EDV skipanina hjá fyritøkuni. Innanhýsisparturin av ISUUS skipanini, er at starvsfólkini hjá fyritøkuni kunnu skráseta á telduni, um tey eru til arbeiðis, hava frí, ella eru eitt ørindi í býnum og senda boð ímillum teldurnar, tvs. at sjálvt um starvsfólkini eru upptikin í telefonini, so fáa tey altíð boð við vekslarin.
Skipanin kann t.d. brúkast til at spyrja um prís á bilum og eykalutum ella at spyrja um saldo á kontoini. Eisini kunnu fyritøkurnar nýta skipanina til at kunna teirra
viðskiftafólk um ymisk tilboð o.l.
Tá t.d. bilurin er liðugur á verkstaðnum, verður tað tastað inn á telduna, tá so kundin sendir SMS fyri at spyrja um bilin, fær hann umgangandi svar. Hetta ger hann við at skriva nummarið á bilinum í fartelefonina og senda SMS til bilasøluna.
Tær bilasølurnar sum higartil hava ognað sær ISUUS-skipanina eru: Bilasølan v. Øssur Johannesen, P/f Reyni Service, og P/f Meinhardt Arge.
Eisini aðrar fyritøkur í Føroyum og í Danmark nýta ISUUS-skipanina, ið má sigast at vera rættiliga slóðbrótandi. Skipanin hevur verið sýnd á stórum vinnumessum í Danmark við góðum úrsliti.
Í samfelagnum í dag skal alt ganga skjótt fyri seg, kundin hevur skund, fyritøkurnar hava nógv at gera, tolsemið verður minni og minni. Vit hava luftað idéirnar við vinnulívið um slíkar rationaliseringar og vinnan hevur tikið heilt væl ímóti hesum, tí hetta er til gagn fyri kundan og fyritøkuna. Marknaðurin er búgvin til at slíkar skipanir, tí øll hava fartelefon í dag, sigur Regin W. Dalsgaard, stjóri á ISUUS.