Bókasøla
Tá jólagávurnar skulu fáast undir land eru tað eisini fleiri bøkur sum koma út. Av føroysku bókunum, sum komu út undan jól, hevur ongin veruligur bestseljari verið, sigur Vagn Andersen, bókhandlari.
? Í fjør var tað jú »Góður matur úr sjónum«, sum øll vildu hava, men tað hevur ikki verið nøkur bók, sum hevur verið so eftirspurd í fjør, sigur Vagn Andersen.
? Álmanakkin og Skipalistin hava selt væl, men av vanligum bókum eru tað tær siðsøguligu bøkurnar, har tú kanst vænta at finna eina mynd av tær sjálvum ella kanska abba tínum í, sum hava selt best.
Teir tóku land hjá Jógvan Arge og Jólaskipið hjá Grækaris Magnussen, sum eru siðsøguligar, hava selt ógvuliga væl.
Harnæst kemur eisini kókibókin hjá okkara kokki, Guðmundi, sum eisini hevur otað seg upp á topp 10 listan hjá bókasølunum.
Aðrar bøkur, ið nevnast kunnu er Úr farnum tíðum hjá Axel Mortensen, bókin um Auto ? Altíð til tænastu, Skemt bókin hjá Sosialinum og Bjargingarbrøgd hjá Erling Poulsen. Hesar bøkurnar hava eisini ligið undir mongum jólatrøum um jólini.
Barnabøkur
Ongin føroysk barnabók er komin út uppundir jól. Tað verið seg uppruna føroyskar. Tó kom fjórða týdda Harry Potter bókin ? Harry Potter og eldbikarið út seinast í november mánað.
? Hon hevur eisini selt væl, men kanska ikki so væl, sum væntað, upplýsir Vagn.
Bøkurnar um Mallu eru eisini væl umtóktar og ein bók, sum kallast »Farvæl, Harra Muffin«, hevur eisini verið nógv eftirspurd.
Nøkur yrkingasøvn komu eisini út fyri jól, og er tað tá yrkingasøvnini hjá millum annað Jóannis Nielsen og tað hjá Oddfríða Marner Rasmussen, sum hava selt væl, umframt tað hjá Steinbjørn B. Jacobsen.
Vagn Andersen leggur at enda afturat, at tá ongin føroyskur bestseljari er, so veksur sølan av teimum útlendsku bókunum. Serliga er tað bøkurnar Ringenes Herre, bæði á enskum og donskum, sum eru væl umtóktar.