Ongin á brúnni, sjálvstýrarin stóð til

Edmund Joensen

Ein loysingarsamgonga hevur nú aftur roynt seg í góð 4 ár. Boðað varð frá, at nú skuldu allir føroyingar uppliva, hvussu ein fullveldisfíggjarlóg sær út og hvussu hon virkar.
Samfelagið skuldi skerast til eftir føroyskum leisti. Ongin skuldi merkja yvirtøkur og niðurskurðin í ríkisveitingum yvirhøvur. Heldur var tað sagt verða ein fyrimunur at sleppa av við ríkisveitingarnar, tær vóru bara haft um beinið og til stóran skaða, vóru loysingarmenn samdir um. Bestu serfrøðingar hjá landstýrinum høvdu roknað og sagt alt hetta og nógv afturat. Aftaná kann ein ikki lata verað við at samanbera við fíggjarkreppurnar í USA har júst serfrøðingarnir høvdu meira enn ein fingur við í spælinum.
Vit í sambandsflokkinum ávaraðu staðiliga loysingarflokkarnar og vístu á avleiðingarnar av teirra høpisleysu ætlanum. Vit vístu á, at hetta kom at verða til óbótaligan skaða fyri føroyska samfelagið. Vit vistu eisini hvat vit tosaðu um, tí vit høvdu júst tikið upp eftir húsagangin hjá loysingarflokkunum í 1992.
Men hvat er so hent síðani? kunnu fólk spyrja. Er nøkur fullveldisfíggjarlóg at síggja? Eru nakrar serføroyskar loysnir skornar, sum gera at ongin kemur at merkja yvirtøkur og niðurskurin í ríkisveitingum yvirhøvur?
Fíggjarlógin er løgd fyri løgtingið
Tá íð rakstur, íløgur og avdrøg er goldið, sigast 2 milliónir leypa av á løgtingsfíggjarlógini fyri 2003.
Tá er 50 mijóna skattalættin hjá Fólkaflokkinum ikki við. Nógv ymisk arbeiði ikki við, sum td.- vegurin Gamlarætt,- Strendur/Skála,- trygdin í Eysturoyar tunlinum, -Oyra vegurin, -Gásadals tunnilin, -tunnilin til norðuroyggjar, -Postverkið, -Svf, -Vags Havn,- bakkaverja í Sumba o.s.fr. o.s.fr. Landstýrismenn og løgtingsmenn hava síðani kappast um at fortelja, at hesi mál koma eisini við. Samgonguskjalið verður havt á lofti í sambandi við skattalættan. Postverkið var útigloymt í meldrinum, hetta skal við sambært landstyrismannin og løgmann. Svf var ikki búgvið áðrenn fíggjarlógin var løgd fyri tingið, men kemur eisini við seinni sambært landstýrimannin, o.s.fr. o.s.fr. ?Det greyer seg í sjøen.? sum ein tingmaður tók til undir fyrstu viðgerð.
Ongin á brúnni, sjálvstýrarin stóð til
Við hvørt hoyra vit í fjølmiðlunum, at skip hava siglt á land og at sjóforhoyr hevur verið. Orðsøkin hevur meira enn ta einu ferðina verið stutt og greið, ?Ongin á brúnni, sjálvstýrarin stóð til?. Soleiðis tykist tað okkum, sum hava fylgt við hesi góðu 4 árini óskilið hevur vart.
Hyggja vit eftir samfelagsgongdini, so síggja vit sanniliga at sjálvstýrarin hevur staðið til. Samfelagið kostar 1.150 milliónir kr. meir at reka í dag, enn tá íð fullveldislandsstýrið tók við í 1998. Samlaða fíggjarlógin er hækkað úr 2,5 mij, uppí 3,6 milliardir kr. Bara raksturin er hækkaður út ímóti líka nógv sum allur landskatturin í miðal hesi árini hjá øllum føroyingum tilsamans. Hetta er jú onki minni enn ein vanlukka.
Ongin skeran til eftir føroyskum leisti, ongin fullveldisfíggjarlóg í eygsjón. Hetta kemur ikki bak uppá okkum í Sambandsflokkinum, tí ryggurin á teimum leiðandi er sum í høgguslokki.
Yvirtøkur og minkan av ríkisveitingum hava higartil kostað føroysku skattaborgarunum umleið 400 miljónir í frumintøkum um árið. Ikki kan sigast annað enn, at hetta er ein sera vánalig handfaring av fíggjarviðurskiftum føroyinga og ein sera skeiv gongd øll árini.
Játtanarreglunar ikki hildnar
Undirbudgetteraðar útreiðslur á fíggjarlógini hevur verið meginreglan síðan loysingarlandstýrið tók við.
Eykafíggjarlógin, sum var minka niður í litið og onkið ella slakar 12. milliónir í 1997, er síðan vaksin ár undan ári, og var uppí á 207 milliónir kr. seinasta ár.
Tað er nú eisini vorðin fastur regul at flyta fram frá einum ári til annað fyri at sminka komandi fíggjarlóg. Hetta er td. fráboðað í sambandi við Norðoyartunnilin, sum ikki er á fíggjarlógini yvirhøvur.
Hetta er gongdin bestu inniløguár í Føroya søgu. Hvussu verður skilið, tá íð konjunkturarnir svinga aftur til tað meira normala, fyri ikki at tala um beinleiðis vánaligar konjunkturar, tí tað vita øll at teir gera. Spurningurin er bert hvussu skjótt.
Eftir at ríkisveitingarnar eru minkaðar, eru frumintøkurnar frá blokkinum, nú aftur áleið tær somu, sum tær vóru árini 1985/88 tá íð Tjóðveldisflokkurin seinast hevði ábyrgdina av fíggjarmálum.
Varin fíggjarpolitikkur sigur landstýrismaðurin í fíggjarmálum, og samgongumenn kappast um at nikka.
Vit onnur kalla tað óforsvarligt, at sjálvstýrarin hevur staðið til síðan Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin tóku yvir landsins stýri. Spurningurin er, um sjálvstýrarin fer at standa til líka til tað brestur í klettin við øllum føroyingum umborð, eins og tað gjørdi í 1992.