Tað verður ikki fyrrenn síðst í vikuni, at nakar bati verðru at hóma í flogferðsluni kring um í Evropa. DMI sigur við danska Kringvarpið, at vindurin, sum førir øskuna inn yvir Evropa, skiftur ikki ætt fyrrenn upp undir vikuskiftið og sostatt verður øska framvegis førd inn yvir meginlandið í Evropa.
Sostatt eru tey keðiligu útlitini, at flogferðslan verður lamin í fleiri dagar afturat.
Men upp undir vikuskiftið eru harafturímóti tekin um, at ættin skiftir og tá sær frægari út, í hvussu so er hjá okkum í Evropa ? hvussu tað so verður aðrastaðni
Kortið verður lisið soleiðis:
Ymisku litirnir á kortinum vísa á hvørjari hædd skýggið er.
Reytt = Frá vatnskorpuni og til 6.5 km hædd
Grønt= Frá 6.5 km og til 11 km hædd
Blátt = Frá 11 km og til 16.5 km hædd