Ongin í Danmark hóttir Føroyar!

Hví skulu núlivandi føroyingar tá gjalda ein ovurprís fyri fullveldið?

 

Javnaðarflokkurin sigur: Fólkið fyrst og fremst ? samstarv við aðrar flokkar her á landi og við danir fyri at finna loysnir ? ikki klandur og konfrontatiónspolitikk á fólkatingi!

Fólkið fyrst merkir, at Javnaðarflokkurin vil ikki ofra vælferðina fyri at framskunda fullveldið ella loysingina, tá tað er ein óneyðuga høgur prísur at gjalda fyri eitt fullveldi á pappírinum, sum vit álíka væl ikki megna at umsita her og nú.

Sjálvstýri og sjálvbjargni eru tilgongdir, sum fylgjast, og sum hava ment seg í Føroyum síðan vit fingu heimastýrislógina í 1948.

Tá eingin hóttir okkum úr Danmark, so er eingin orsøk til at framskunda sjálvstýristilgongdina meira, enn vit orka at gjalda, uttan at tað fer at kosta okkum vælferðina hjá fleiri ættarliðum av føroyingum.

At avseta pening til fullveldið her og nú ella loysing, so leingi vit ikki megna at gjalda eina sømuliga fólkapensión? Hví frásiga okkum pening úr Danmark uppá fleiri hundrað milliónir krónur um árið, soleingi vit ikki megna at gjalda fyri eitt virðiligt støði undir: Sjúkrahúsverkinum, Almannaverkinum, Skúlaverkinum, samferðslukervinum o.s.fr.?

Javnaðarflokkurin sigur nei til hendan politikkin! Javnaðarflokkurin sigur fólkið og tess vælferð fyrst. Og við fólkið meina vit tey, sum liva í dag. Vit, sum liva í dag, krevja eitt rímuligt vælferðarstøði, og vit vilja fyrst síðan hava ein varligan sjálvstýris- og sjálvbjargnispolitikk.

Ongin í Danmark hóttir okkum føroyingar ella okkara vælferð. Nei, hóttanin kemur úr Føroyum frá tí politikki, sum landsstýrissamgongan førir í løtuni. Hesin politikkur endar ikki væl, og eigur tí at verða skiftur út við ein betri politikk. Latum okkum til hetta valið siga eitt greitt nei til fullveldispolitikkin ? til loysingarpolitikkin!

Gerið hetta við at velja Javnaðarflokkin. Javnaðarflokkurin sigur: fólkið fyrst ? fólksins vælferð fremst.

Gott val.