Ongin lønarhækking til starvsmenn

Samráðingarmenninir hjá Starvsmannafelagnum og hjá Fíggjarmálastýrinum søgdu seg at vera væl nøgdar við nýggja lønarsáttmálan, tá samráðingarnar vóru loknar og sáttmálin undirskrivaður.

 

A. Guttormur Djurhuus


Samráðingarmenninir hjá Starvsmannafelagnum og hjá Fíggjarmálastýrinum søgdu seg at vera væl nøgdar við nýggja lønarsáttmálan, tá samráðingarnar vóru loknar og sáttmálin undirskrivaður.

Nú aftaná hevur eljustríð tikið seg upp millum fólkaflokkin og tjóðveldisflokkin um sama sáttmála. Samfelagið hevur ikki ráð at rinda hesa »lønarhækking« verður sagt á høgravonginum. Nú í seinastuni hevur Helena Dam á Neystabø, formaður Sjálvstýrisfloksins, eisini lagt seg út í stríðið.

»Hækkingin« gjørdist 12,5% í eitt 2,5 ára skeið, ella 5% fyri árið. Ikki nógv at rópa hurra fyri. Sløk helvt verður beinleiðis tikin inn aftur í skatti. Harumframt kemur inflatiónin. Búskapurin í miðstaðarøkinum er yvirupphitaður. Tað merkir at inflatiónin gerst høg komandi 2,5 árini. Helst oman fyri 3% um árið.

Nú fáa vit fylgjandi roknistykki fyri »lønarhækkingina«:

Sáttmálabundin hækking av lønini í 2,5 ár ? 12,5%

At gjalda í skatti sløk 50% ??? ÷6%

Rest áðrenn prísvøkstir ??? 6,5%

Prísvøkstur í 2,5 ár 3% p.a. ???? ÷7,5%

Lønarminking (reallønarmissur) í sáttmála-

skeiðnum ???? 1%


Við øðrum orðum: eitt prosent eftir reyv í sáttmálaskeiðnum. Ikki løgið, at landsstýrismaðurin við fíggjarmálum var væl nøgdur! Karstin Hansen man vera einasti samráðingarleiðari, sum uttan serligt hóvasták hevur lækkað lønirnar hjá starvsmonnunum.

Ikki er tað løgið, at javnaðarmenn standa sum kánus og hyggja at. Teir, sum høvdu so nógv brúk fyri einum verkfalli, og sum longu vóru farnir at frøast, tí teir ivaðust ikki í at tað fór at koma.

Bíða nú, Ingeborg man ikki fara at vera so medgjørlig sum Starvsmannafelagið, og henni dámar væl verkfall. Og einki er at siga til tað, so sum verkamannafjøldin her á landi verður viðfarin.