Ongin Sølvi at verja oddasessin

Upptakt: Tað verður uttan Sølva Vatnhamar, at Víkingur skal verja oddasessin

Í kvøld klokkan 18 verður toppdystur í Gundadali millum B36 og Víking. Gestirnir úr Gøtu og Leirvík liggja odda í landskappingini, nú 16. umfar verður spælt um ólavsøkuna.

Men tað verður uttan stóra profilin, at Víkingur í kvøld skal dystast um oddasessin og ólavsøkusteypið. Sølvi Vatnhamar hevur brotið armin og spælir ikki aftur fyrr enn um tvær vikur vikur. Hetta tíðarskeiðið skal Víkingur spæla móti B36, NSÍ og møguliga KÍ.

##med2## 

- Ja, eg gangi við brotum armi. Eg breyt hann á Argjum í seinastu minuttunum av dystinum móti AB. Brotið er lítið, men í einum keðiligum stað. Eg skal sita uttanfyri í seks til sjey vikur, so tað eru umleiða tríggjar vikur eftir, segði Sølvi Vatnhamar við in.fo fyrr í vikuni.

Hetta er stóri ólavsøkudysturin á hesum sinni. B36 og Víkingur dystast saman við KÍ, NSÍ og HB um FM og pláss í Evropa til komandi kappingarár. Árstalsfelagið rennur eitt sindur aftaná og hevur tveir dystir í Evropa í beininum. Hinvegin, so hevur Víkingur havt frí í alt summar. Tað er fyrstu ferð í fleiri ár. Nú er spurningurin, um tað er ein fyrimunur ella ein vansi til ein ólavsøkudyst.

Bogi Reinert-Petersen er nýggjur í hópinum. Gunnar Vatnhamar og Hanus Jacobsen eru ivasamir til dystin.

Betri deildin menn 16.umfar:

Sunnudagin 28.juli

B36-Víkingur (18.00) Beinleiðis á FM1