Ongin skal sleppa at skáka sær undan

Nú er lagnan hjá nýggja vaktar- og bjargingarskipinum, Brimli, aftur óviss

 

Sáttmálatræta


Nú hevur aftur óvissa tikið seg upp um lagnuna hjá nýggja vaktar- og bjargingarskipinum, Brimli.

Annars tóktist tað, sum um at tað loksins skuldi eydnast at fáa hann til landið, nú Karsten Hansen tíðliga í farnu viku legði uppskot fyri Løgtingið um at gera enda á ósemjuni um lønina hjá manningini.

Ætlanin var, at ein seks mannanevnd skuldi setast at áseta lønina. Nevndin fekk freist til 1. mai, men manningin skuldi kortini fara umborð, beinanvegin lógin var komin í gildi.

Tað vil siga, at gekk sum ætlað, hevði Brimil komið til landið fyrsta dagin.

Men tað gekk ikki sum ætlað.

Uppskotið skuldi koma til 1. viðgerð fríggjadagin, men tá bað Karsten Hansen um at fáa tað tikið av dagsskrá.

Og nú er óvist, nær tað kemur til viðgerðar.

Orsøkin til, at uppskotið ikki kom til viðgerðar, er, at onkrir limir í samgonguni eru farnir at draga í land aftur, eftir at tað annars var semja um, at málið skuldi leggjast fyri tingið.

Tað skilst, at tað er harðliga mótmæli frá Starvsmannafelagnum, sum hevur fingið onkrar tinglimir í samgonguni at ivast í, um tað er rætt at leggja upp í ósemjuna.

Starvsmannafelagið hevur víst á, at tað er ikki farið í arbeiðssteðg, men at tað samráðist enn við Fíggjarmálastýrið.

Tí kann tað undir ongum umstøðum góðtaka, at viðurskiftini hjá teimum av manningini á Brimli, sum eru limir í Starvsamannafelagnum, verða løgd fyri tingið. Og hendi tað, blivu tiltøk sett í verk.

Og tað hevur nú fingið onkrar tinglimir í Samgonguni at ivast so mikið, at fyribils er málið tikið av dagsskrá hjá Løgtinginum


Ongin skal skáka sær undan

Karsten Hansen vil ikki rættiliga viðganga, at samgongulimir eru farnir at draga í land.

Hann sigur, at tað er rætt, at onkrir tinglimir í samgonguni vilja hava svar uppá nakrar spurningar og tí er málið útsett.

? Sannleikin er helst tann, at tingmenn vilja helst sleppa undan at koma upp í málið. Og tað skilji eg væl, tí eg vildi eisini sloppið undan at lagt málið fyri tingið. Men tað er rætt og slætt ómøguligt at koma víðari við samráðingum og tí kunnu tinglimir verða noyddir at taka støðu.

Karsten Hansen sigur, at veruleikin er, at eftir tilboðnum, sum t.d. maskinmenninir fingu, høvdu teir um eitt ár fingið eina løn, sum er hægri enn kravið, teir hava sett, tá ið eftirløn og annað, er roknað uppí. Men tá er tað eisini talt uppí, at teir høvdu fingið lut í teimum lønarhækkingum, sum verða í teimum vanligu samráðingunum. Samstundis ger landsstýirsmaðurin vart við skattalættan, sum er komin.

Hann leggur afturat, at hann bjóðað bæði maskinmeistarunum á Brimli og á Tjladrinum hesa lønarhækkingina.

? Tí er tað tað mær ein gáta, hví teir ikki tóku av. Ístaðin eru teir komnir við nýggjum krøvum, sum t.d. hava teir nú kravt, at teir skulu hava løn ímeðan teir hava verið í verkfalli.

? Eg skal ikki siga, at málið eg gjørt politiskt. Men í øllum førum stríðir tað ímóti øllum vanligum viti og skili.

Karsten Hansen sigur, at tá ið tað ikki ber til at koma longur við samráðingum, slepst ikki undan, at leggja málið fyri tingið, tí málið skal loysast.

Men hann hevur alla tíðina gjørt greitt, at málið verður ikki lagt fyri tingið, uttan at øll samgongan bindur seg til at atkvøða fyri tí.

?Eg góðtaki ikki at einstakir tinglimir í samgonguni skáka sær undan ábyrgdini í hesum málinum.

Hann sigur, at orsøkin til, at Starvsmannafelagið er tikið uppí, er, at hann vil loysa málið sum eina heild.

Hann er ikki samdur við Starvsmannafelagið í, at ongar samráðingar hava verið við felagið um manningina á Brimli.

? Tað hava verið fleiri fundir, men vit eru ikki komnir nakran veg. Og nú hevur ósemjan vart so leingi, at tað er neyðugt at loysa tað sum eina heild. Vit mugu ikki koma í ta støðu nú, at dekkararnir og kokkarnir, sum eru í Starvsmannafelagnum, fara í land, samstundis sum yvirmenninri fara umborð, sigur Karsten Hansen.