Ongin sleppur at blanda seg upp í grindadráp

GRINDADRÁP Ongin danskur ella altjóða myndugleiki hevur heimild at forða okkum at drepa grind, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum

- Hetta er ikki nakað, sum voldir okkum høvuðbrýggj.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sum eisini umsitur grindalóggávuna, hevur als ongan ampa av, at Sea Shepherd nú hevur lagt spurningin um grindadráp fyri Es kommissiónina.
- Vit hava tilskilað okkum rætt til at gagnnýta okkara náttúrtilfeingi burðardygt. Tað er okkara frumborni rættur og tann rættin halda vit fast um.
Landsstýrismaðurin leggur afturat, at hetta er ein støða, danska stjórnin stuðlar føryoyingum í.
- Hesin rætturin umfatar eisini burðardygga gagnnýtslu av súgdjórum í havinum, leggur hann afturat.

Hava ongan rætt
Jacob Vestergaard hevur ikki hoyrt, at Sea Shepherd hevur lagt spurningin um grindadráp fyri ES kommisjónina.
Upp á standandi fót kennir hann ikki hesar tríggjar sáttmálarnar, sipað verður til í kæruni hjá umhvørvisfelagsskapinum.
Men hann staðfestir, at fyri tað um Danmark hevur ein altjóða sáttmála í gildi, er hann av sær sjálvum ikki galdandi fyri Føroyar, fyrrenn vit sjálvi hava sett hann í gildi.
- Vit hava sjálvi fult ræði á okkara altjóða viðurskiftum á hesum og á ymsum øðrum økjum og tískil kunnu hvørki ES ella danir seta okkum krøv í sambandi við grindadráp.
Jacob Vestergaard dugir illa at hugsa sær, at ein altjóða sáttmáli bannar veiði eftir einum djóraslagi, bara fyri at banna.
- Ein altjóða sáttmáli má hava nakrar haldgóðar grundgevingar fyri at banna eini veiði.
- Tað kann vera, at talan er um eitt hótt djóraslag og at veiða tískil ikki er burðardygg.
- Men eg dugi onga haldgóða orsøk vera fyri at banna grindadrápi, tí talan er als ikki um eitt hótt djóraslag.
Kanningar vísa, at tað eru grindahvalir í hundraðtúsundatali í Norðuratlantshavi.
- Teir fáu hundrað hvalirnir, vit taka um árið, hevur als onga ávirkan yvirhøvur, á stovnin, sigur landsstýrismaðurin.

Onki at viðgera
Tí sær Jacob Vestergaard als ikki, hvussu ein kæra til ES kommissiónina um grindadráp, kann elva okkum trupulleikar.
- Eftirsum grindahvalur ikki er ein hóttur stovnur á nakran hátt, kann ES heldur ikki hava nakra heimild at banna okkara grindadrápi.
- So har er onki hjá ES at viðgera.
Hann veit væl, at summi hava lyndi til at geva hvali menniskjansligar eginleikar. – Men tað er ikki nóg góð orsøk til at friða hval, bara tí hann er so fittur, ella klókur sigur Jacob Vestergaard.
Annars ivast hann í, um tað yvirhøvur ber til at kalla okkara grindadráp fyri veiði.
- Talan er ikki um nakra skipaða veiði, tí ongin fer út at leita eftir grind. Tað er bara tann grindin, sum av tilvild verður funnin, sum vit drepa, førir landsstýrismaðurin fram.