FLYTINGAR
FR/VISA-kortini eru trygg.
Um ein nýggj kunngerð verður gjørd til tess at forða fyri, at persónsupplýsingar fara av landinum, so verða eitt nú FR/VISA-kortið og onnur gjalds- ella kredittkort undantikin.
Tað sigur Høgni Hoydal landsstýrismaður, sum í tinginum mikudagin skuldi svara umfatandi spurningum frá Kristiani Magnussen løgtingsmanni um viðgerð av persónsupplýsingum.
Málið hevur fingið drúgva viðgerð í føroysku fjølmiðlunum í síðstuni. Eitt nú hava óvanligar heilsíðulýsingar verið at sæð frá P/F Elektron og peningastovnunum, sum hava havt til endamáls at verja ta gjaldskipan, sum teir saman við danska PBS nýliga eru farnir undir.
Gjaldskipanin inniber, at persónsupplýsingar vera sendar til Danmarkar at venda, hóast ein lóg sigur, at persónsupplýsingar skulu varðveitast og viðgerðastí Føroyum.
Dataeftirlitið hevur givið loyvi til skipanina, men landsstýrismaðurin er ikki nøgdur við tað og hevur tí boðað frá, at ein nýggj, herd kunngerð er í umbúna.
Misskiljing
Kristian Magnussen úr Javnaðarflokkinum vil eitt nú hava at vita, hvørji saklig atlit, landsstýrismaðurin metir seg hava, tá hann við nýggjari kunngerð »ætlar at steðga Elektron í at samskifta við danskan tænastustovn«.
Høgni Hoydal sigur, at spurningurin byggir á eina misskiljing.
? Eg ætli ikki at steðga Elektron ella nøkrum øðrum í at samskifta við danskan tænastustovn, sigur Høgni Hoydal.
Hann sigur seg bara umboða tingsins vilja og vísir til viðgerðina í Rættarnevndini, tá nýggja lógin var til viðgerðar í løgtinginum. Nevndin álegði landsstýrismanninum at gera kunngerð, sum hevur til endamáls at steðga ella avmarka flutning av persónsupplýsingum. Og hon legði áherslu á, at málið við lógini eitt nú var at fyribyrgja, at peningastovnar flyta sítt edv-samstarv av landinum.
Trygg gjaldkort
Peningstovnarnir hava víst á, at ein avleiðing av einari herdari siðvenju kann vera, at vælumtóktu gjaldkortini eru í vanda, tí tey innibera, at upplýsingar verða fluttir.
Hesum vísir landsstýrismaðurin aftur. Ætlanin hevur ongantíð verið at skapa nakra órógv um tær skipanir, sum longu virkaðu, áðrenn nýggja lógin kom í gildi, sigur hann.
? Tað hevur ongantíð verið ætlanin at steðga øllum tí samskifti og samstarvi, sum vit í dag hava við umheimin. Í einari nýggjari kunngerð verða ymiskar tænastur beinleiðis undantiknar forboðnum um ikki at flyta persónsupplýsingar av landinum ? teirra millum FR/VISA og onnur útlendsk gjald- og kredittkort, slær Høgni Hoydal fast.