Ongin vegur aftur

Nú eru øll týdningarmikil pappír undirskrivað. Vit kenna prísin og vita nær arbeiðið verður liðugt. Søguligi sáttmálin millum P/F Norðoyatunnilin og byggitakaran Føroya Konsortium gjørdist veruleiki í skýmingini í Klaksvík mikudagin.

Undirsjóvartunnil

Tað mesta er sagt áður. Tøl og tíðarætlanir hava verið frammi fyrr. Og ikki var so nógv nýtt undir sólini, sum eisini fór í kav. Kortini var hetta ein stór og minnilig løta, nú alt er komið uppá pláss og tað er ein staðfestur veruleiki, at tað koyrast kann undir sjónum millum Borðoynna og Eysturoynna á sumri 2006.

Stórt framstig
Tað var stjórin fyri Norðoyatunnilin Dávur Reinert Hansen, sum tók samanum verkætlanina á innbodnari samkomu í Skálanum í Klaksvík.

- Nú verður farið í holt við vegir, at spreingja, bora og elarbeiði. Men alt hevur sítt greiða endamál. Nevniliga at binda føroyingar saman, at betra um møguleikarnar hjá vinnulívinum og gera tað meira høgligt hjá øllum ferðandi.
Og sum ein skilti á framløguni so liggur alt arbeiðið í góðum hondum. Tað ganga einans smá trý ár, so kunnu alllir føroyingar síggja fram til eitt stórt framstig á samferðsluøkinum. Norðoyartunnilin verður bæði slættari og longri enn Vágatunnilin. Hann verður tryggur at koyra ígjøgnum og undir sjónum ber til at tosa í fartelefon og hoyra útvarp.
.

Uttan Jógvan við Keldu
Hóast fyrrverandi borgmeistarin í Klaksvík, Jógvan við Keldu hevur verið ein av ídnastu forsprákarum fyri fasta sambandið um Leirvíksfjørð, so var hesin ikki at síggja millum innbodnu gestirnar í Skálanum mikudagin. Tað tóktist eitt sindur løgið, tí júst Jógvan við Keldu varð havdur á orði sum maðurin, sum fyri fleiri árum síðani gekk undan og trúði, at undirsjóvartunnil var besta framtíðar farleið fyri norðoyingar.
Orsøkin til hetta mundi vera at finna á einum heldur ófullfíggjaðum lista fyri innboðin til hátíðarløtuna. Hóast løgmaður Anfinnur Kallsberg og vinnumálaráðharrin Bjarni Djurholm nátúrliga vóru tilstaðar, so vóru tingmennirnir úr Norðoyggjum ikki umboðaðir og bert onkur hendinga býráðslimur í Klaksvík var afturat borgarstjóranum at síggja til samkomuna
Men umboðaðin var kortini nøktandi til, at sáttmálin kundi undirskrivast, soleiðis at arbeiðið kann fara í gongd. Byrjað verður at bora í Leirvík 18. desember og bert fáar mánaðir seinni eisini á Borðoyarvík.