Ongland: Sølan av plastposum minkað við 90 prosentum

At áleggja handlum at taka pening fyri plastposar hevur víst seg at verið effektivt í Onglandi

Sølan av plastposum í stóru matvøruhandlunum í Onglandi er minkað munandi seinastu fýra árini - heilt neyvt er talan um eina minking á heili 90 prosent.

Tað kemur fram í nýggjum tølum í frágreiðing, sum bretska stjórnin hevur latið úr hondum. 

Stóra minkingin stendst av, at tað í 2015 við lóg varð álagt øllum stórum handlum at selja plastposar fyri í minsta lagi 5 pence - sum svarar til 40 oyru í DKK. Hetta kom sum liður í einari roynd at minka um plastdálking.

Kundar í Bretlandi keypa nú í miðal 10 posar um árið samanborið við 140 posar í 2014, áðrenn príshækkingin varð ásett.

Handlarnir Asda, Marks and Spencer, Morrisons, Sainsbury's, The Co-operative Group, Tesco og Waitrose seldu 549 milliónir plastposar í 2018-19, sum er helvtin av seldu nøgdini árið fyri.

Tað verður væntað, at handlarnir lata peningin, sum teir fáa fyri plastposagjaldið, til vælgerandi endamál. Gjaldið verður mett at hava savnað tilsamans 169 miliónir pund saman síðan 2015, altso nærum 1,4 milliardir. 

Í desember í fjør mælti bretska stjórnin til at hækka minsta gjaldið til at vera tvífalt so nógv, altso 10 pence.