Jude Bellingham gjørdist stóra hetjan hjá Onglandi við báðum málunum. Avgerandi málið kom, tá norski málverjin Ørjan Nyland gjørdi eitt stórt mistak og misti eitt langskot úr hondunum.
Ongland skal nú spæla hálvfinalu móti vinnaranum av fjórðingsfinaluni millum Argentina og Sveis.
Hetta er fyrsta ferð síðan 2018, at Ongland er komið í HM-hálvfinaluna, meðan HM-ævintýrið hjá Noregi endaði í fjórðingsfinaluni – 28 ár eftir seinastu HM-luttøkuna hjá norðmonnum.
Fyrstu góðu 30 minuttirnir vóru heldur hendingafátækir. Ongland hevði bóltin nógv, men skapti lítið, og John Stones var nær við at geva Erling Haaland ein stóran møguleika við eini skeivari sending.
Fyrsti veruligi møguleikin hjá Onglandi kom, tá Noni Madueke legði innfyri til Nico O'Reilly, sum tó ikki fekk stýrt bóltinum í málið.
Seinasta korterið undan steðginum tók dysturin dik á seg. Harry Kane sendi eitt fríspark langt upp um, men stutt seinni legði Andreas Schjelderup Noreg á odda 1–0 við einum frálíkum máli, tá bólturin fór inn við handaru stong.
Erling Haaland hevði eisini ein stútara, men Jordan Pickford bjargaði uttan trupulleikar.
Beint undan hálvleikinum javnaði Ongland. Anthony Gordon legði bóltin innfyri, og Jude Bellingham sendi hann flatt í málið til 1–1.
Enski venjarin, Thomas Tuchel, skifti tvær ferðir í steðginum. Millum teir, sum komu inn, var Bukayo Saka, ið gav enska álopsspælinum nógv meira ferð.
Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik helt Noreg seg hava lagt seg á odda aftur, tá Torbjørn Heggem skoraði. Men eftir VAR-kanning varð málið kolldømt, tí Haaland hevði skumpað ein enskan spælara í uppspælinum.
Kristoffer Ajer var síðani sera nær við at leggja Noreg á odda, tá hann stútaði á tvørtræið.
Tá vanlig leiktíð var farin, stóð framvegis 1–1.
Longu tríggjar minuttir inn í longdu leiktíðina fall avgerðin. Innskifti Morgan Rogers royndi seg við einum langskoti, sum Ørjan Nyland ikki megnaði at halda. Jude Bellingham var fyrstur á returinum og skoraði til 2–1.
Stutt eftir fekk Ongland dømt brotsspark, men eftir VAR-kanning varð avgerðin tikin aftur.
Norski venjarin, Ståle Solbakken, tók Erling Haaland út og setti Jørgen Strand Larsen inn í royndini at venda dystinum. Noreg trýsti seinastu løtuna, men kom ongantíð fram til útjavnandi málið.
Sostatt er Ongland klárt til HM-hálvfinaluna, meðan Noreg má venda heim eftir eitt sterkt, men kortini endað HM-endaspæl.
Noreg-Ongland 1-2 (1-1 - 1-1)
1-0 Andreas Schjelderup ('36 )
1-1 Jude Bellingham ('45 )
1-2 Jude Bellingham ('93 )
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Noreg og Ongland.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
















