Tað upplýsir skrivstova hansara í eini fráboðan, sum er løgd út á Facebook.
Sambært fráboðanini doyði Graham leygarkvøldið amerikanska tíð eftir stutta sjúkralegu.
NBC News skrivar, at bjargingarfólk vóru boðsend eftir fráboðan um hjartasteðg nærindis heimi hansara á Capitol Hill. Enn er eingin almenn frágreiðing um deyðsorsøkina.
– Familjan hjá senator Graham takkar fyri tær mongu heilsanirnar og bønirnar og biður um frið og privatlív í hesi truplu tíðini, stendur í fráboðanini.
Lindsey Graham var formaður í fíggjarnevndini hjá Senatinum og sat eisini í fleiri øðrum týdningarmiklum nevndum.
Hann var ein av fremstu republikansku røddunum í uttanríkis- og verjupolitikki og var virkin stuðul hjá Ukraina. Hann hevði millum annað skotið upp at leggja 500 prosent toll á innflutning úr londum, sum keypa russiska olju, gass ella uran.
Fáar dagar undan andlátinum vitjaði hann í Kyiv, har hann hevði fund við ukrainska forsetan Volodymyr Zelenskyj.
Graham varð valdur í amerikanska Senatið í 2002 og umboðaði síðani statin South Carolina.











