Í kvøld klokkan 20:00 spæla Týskland og Argentina HM finalu á Maracana leikvøllinum í Rio De Janeiro.
Ársins dómari í føroyskum fótbólti tvey tey seinastu kappingarárini, Lars Muller, væntar at tað týska liðið kemur at standa eftir sum tað sterkara liðið.
Og Lars Muller heldur at Ongland er eitt stórt vónbrot til hvør endaspæl.
Sunnukvøldið spæla Argentina og Týskland HM finalu. Hvør væntar tú vinnur finaluna og hví?
Tyskland vinnur finaluna. Tyskland er betri spælara fyri spælara og hava, sum eg síggi tað, einki veikt punkt. Tá man so leggur tað saman við, at teir spæla sum eitt lið og málini kunna koma frá fleiri í mun til Argentina, sum má líta á nakrar fáar profilar til at bera liðið. Tí vinnur Tyskland 2-0
Nú tá kappingin nærkast endanum, hvønn sært tú so sum tað stóra yvirraskilsi til hetta HM endaspælið?
Størsta yvirraskilsi er uttan iva Costa Rica, sjálvt um eg haldi, at teir sluppu rættuliga lætt í gjøgnum, orsakað av at onkur av teim "stóru" aftur vóru nøkur vónbrot .
Og hvat lið hevur verið tað størsta vónbrotið?
Ongland er uttan iva tað landið, sum er eitt tað størsta vónbrotið hvørt endaspæl eftirhondini. Og soleiðis var tað eisini hesuferð.