Ongland vil hýsa HM

Longu nú eru fyrireikingar farnar ígongd, so Ongland kann gerast vertur fyri HM-endaspælinum í 2018

Fótbóltur

Eftir at Týskland var vertur fyri HM-endaspælinum í fjør, noyðist Europa helst at bíða í 12 ár, áðrenn størsta fótbóltskappingin av øllum aftur verður í okkara heimsparti.
í 2008 verður HM fyri fyrstu ferð hildið á afrikanska meginlandinum, tá Suðurafrika er vertur, og síðani verður tað í Suðuramerika, at kappingin skal ganga fyri seg.
Tó at avgerðin um heimspartin ikki verður tikin fyrr enn um tvey ár, so verður roknað fyri vist, at Europa tá aftur stendur fyri tørni, og tá ætla bretar sær at vera tilreiðar.

Stuðlaðu Týsklandi
Tá atkvøðast skuldi um endaspælið í 2006 á sinni, gjørdi Ongland í evstu løtu av, at teir vildu stuðla týsku umsóknini. Hetta varð gjørt, tí bretar við hesum mettu seg hava betri kort, um bíðað varð við umsóknini, og tí eru ætlanirnar um 2018 eisini í tráð við løgdu ætlanirnar.
Sæð í bakspeglinum, so er tað kanska heldur ikki so býtt, at Ongland bíðaði. Umbyggingin av Wembley hevur tikið nógv longri tíð, enn upprunaliga ætlað, men nú røkist loksins fyri eini endaligari loysn, so enski tjóðvøllurin aftur verður tøkur at hýsa landsdystum, FA-Cup finalum og øðrum stórum tiltøkum.