Onki annað kann góðtakast

Sonja Jógvansdóttir krevur at samgongan heldur sínar avtalur og hon vónar at løgtinglimir hava eitt sindur av miskunn í sær

Á nýggjárinum SKAL fyritíðarpensjónin hækka, so at ein fyritíðarpensjónistur fær 1000 krónur meiri at liva fyri um mánaðin.

 

Tað leggur Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna dent á.

 

Í hesum døgum viðgerð Løgtingið eitt uppskot um at geva fyritíðarpensjónistum 1000 krónur meiri um mánaðin at liva fyri.

 

Tað hevur verið frammi, at tað skal vera longu frá 1. januar at fyritíðarpensjónin skal hækka næsta ár.

 

Men Ruth Vang, sum er forkvinna í Fíggjarnevndini slepti eini lítlari bumbu í Løgtinginum, tá ið hon upplýsti, at boð eru komin úr Fíggjarmálaráðnum um, at fyritíðarpensjónistar fáa 600 krónur meiri at liva fyri á nýggjárinum og síðani 400 krónur afturat tann fyrsta juli. 

 

Tað er rættiliga fallið Sonju Jógvansdóttir fyri bróstið.

 

Tað er nevniliga eftir kravi frá henni, at fyritíðarpensjónirnar hækka, tí tað er ein treyt frá henni fyri at stuðla samgonguni, sum annars ikki hevði havt meirilutan á Løgtingið

 

Men síðani hevur samgongan trekt tenninar úr Sonju Jógvansdóttir, tí avtalað er eisini gjørd við Sjálvstýri um fíggjarlógina.

 

Men Sonja Jógvansdóttir tvíheldur um, at avtalan ímillum hana og samgonguna er, at tað skal vera frá fyrsta januar, at fyritíðarpensjónin skal hækkað 1000 krónur. Og hon sigur, at onki annað kann góðtakast.

 

Sonja Jógvansdóttir er eisini sannførd um, at hevði Sjálvstýrið ikki gjørt semju við samgonguni um fíggjarlógina fyri næsta ár, hevði fyritíðarpensjónin eisini hækkað 1000 krónur á nýggjárinum.

 

Hon staðfestir, at nú semja er ímillum Sjálvstýri og samgonguna, er hon ikki longur avgerandi atkvøðan hjá samgonguni. Men var hon tað, er hon sannførd um, at fyritíðarpensjónirnar høvdu hækkað meiri enn 1000 krónur næsta ár.

 

Sjálvstýrið og samgongan hava gjørt avtalu um fíggjarlógina og nýggju pensjónsskipanina. Og fleiri tinglimir royndu aftur og aftur at fáa Sonju Jógvansdóttir at greiða frá, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa fyri hennara stuðuli til samgonguna at fyritíðarpensjónin ikki hækkar 1000 krónur á nýggjárinum.

 

Men hon var hvørki til at høgga ella stinga í. Hon vildi heldur ikki siga um hon fór at atkvøða  fyri fíggjarlógini ella ikki.

 

Tað einasta, hon tvíheldur um, er, at tá ið fíggjarlógin varð løgd fram, kunngjørdi Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, at 1. januar skuldi allir fyritíðarpensjónistar fáa 1000 krónur meiri um mánaðin at liva fyri.

 

– Onki annað kann góðtakast og ætlar landsstýrið ikki at halda tað lyftið, haldi eg, at Løgtingið skal taka um endan, sigur hon.

 

Og hon heldur, at hava løgtingslimir eitt minsta vet av miskunn í sær, samtykkir Løgtingið tað, tí fyritíðarpensjónirnar hava staðið í stað í nógv ár, samstundis sum at allir prísir eru farnir upp.

 

– Vit hava lovað fyritíðarpensjónistum 1000 krónur meiri um mánaðin frá 1. januar, og tað SKULU teir hava, sigur Sonja Jógvansdóttir.

 

– Tað er ikki neyðugt hjá mær at hótta samgonguna, tí hetta hava vit lova fyritíðarpensjónistum, og tað skulu vit halda, leggur hon afturat.