Onki EM ævintýr til estlendingar

Estland verður helst ikki at síggja til EM endaspælið komandi summar, eftir at teir taptu greitt í fyrra dystinum móti Írlandi um at koma við til EM 2012 endaspælið. Kroatia tók Turkaland á bóli, meðan Tjekka vann væntað á Montenegro, og Portugal spældi málleysan javnleik í Bosnia.

 

Við trimum sigrum í trimum teimum seinastu dystinum í EM undankappingarbólkinum hjá føroyingum, megnaði Estland óvæntað at vinna seg fram á annað pláss í bólkinum frammanfyri Serbia. Vinningurin varð ein uppgerð móti Írlandi, har vinnarin sleppur við til EM endaspælið komandi summar í Póllandi og Ukreina.

 

Fyrri dysturin móti Írlandi varð spældur í kvøld í Estlandi og endaði við 4-0 sigri til gestirnar úr Írlandi. Keith Andrews legði Írland á odda longu, áðrenn eitt korter var farið. Tíggju minuttir fyri hálvleik fekk estlendski miðverjin, Andrei Stepanov, sítt seinna gula kort og varð tí rikin av vøllinum.

 

Í seinna hálvleiki vísti Írland onga náði og skoraði tríggjar ferðir afturat. Fyrst var tað Stoke framherjin, Joanthan Walters, ið økti til 2-0, áðrenn Robbie Keane tvær ferðir økti til endaliga úrslitið 4-0. Estland fekk eisini hin miðverjan, Raio Piiroja, útvístan eitt korter fyri tíð.

 

Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin, Brian Kerr, var fótbóltsserfrøðingur á Sky Sports 1, sum vísti dystin beinleiðis. Hann var sjálvandi fegin vegna sínar landsmenn og gjøgnum sendingina vóru dystirnir millum Føroyar og Estland fleiri ferðir upp at venda.

 

Kroatia er ein sterk fótbóltstjóð, men tað kom eitt sindur óvart á, at teir skuldu vinna heili 3-0 á útivølli móti Turkalandi. Longu aftaná tveir minuttir legði Ivica Olic Kroatia á odda. Mario Mandzukic og Vedran Corluka staðfestu sigurin.

 

Cristiano Ronaldo og hansara menn megnaðu ikki at skora í Bosnia í kvøld. Portugisar vóru ikki nøgdir við vøllin undan dystinum, men kunnu nú við sigri á heimavølli tryggja sær víðari luttøku.

 

Favorittarnir úr Tjekkia høvdu trupulleikar av Montenegro, sum var á vitjan. Ikki fyrr enn dysturin var meir enn ein tíma gamal, legði Vaclav Pilar Tjekkia á odda. Í evstu løtu tryggjaði Tomas Sivok heimaliðnum ein 2-0 sigur.

 

Estland – Írland 0-4 (0-1)

0-1 Keith Andrews, 13

0-2 Jonathan Walters, 67

0-3 Robbie Keane, 71

0-4 Robbie Keane, 88 br

Reytt kort: Andrei Stepanov, 35.min(Estland) og Raio Piiroja, 77.min(Estland)

 

Bosnia Hersigovina – Portugal 0-0 (0-0)

 

Turkaland – Kroatia 0-3 (0-2)

0-1 Ivica Olic, 2

0-2 Mario Mandzukic, 32

0-3 Vedran Corluka, 51

 

Tjekkia – Montenegro 2-0 (0-0)

1-0 Vaclav Pilar, 63

2-0 Tomas Sivok, 90+2

 

Retur dystirnir verða komandi týskvøld.