Onki hat-trick til Flux

Ofta verður sagt, at tað kann kanska verða heldur hart at leggja fyri á eini konsert, tí áhoyrararnir ikki eru hitaðir rættiliga upp. Leygarkvøldið tá fyrsta innleiðandi umfarið í Prix Føroyar kappingini fór av bakkastokki, var tað Flux, sum hevði fingið hetta álitið litið upp í hendur. Teir vóru bólkurin, sum sendi Prix Føroyar 2003 út í luftina, og megnaðu teir hetta arbeiða serstakliga væl.

Showið var í topp. Bæði eldur og konfetti vóru ein partur av tí, og hóast hesa treku uppgávuna, so megnaðu teir væl at fáa áhoyrararnar í sín part ta løtuna framførslan vardi.

Men tá alt kom til alt, var tað ikki Flux, sum fór avstað við steypinum hetta kvøldið. Tað var sum kunnugt MC-Hár. 2´arin hetta kvøldið slapp víðari í eitt umfar, har allir 2´ararnir skulu royna fyri seinastu ferð at sannføra dómararnar um, at teir eiga eitt pláss í sólini ? í finaluni í Norðurlandahúsinum tann 26. apríl. Og tíverri fyri Flux, var tað Headac he Blues Treo, sum streyk avstað við seinasta møguleikanum at sleppa ígjøgnum nálareygað hesuferð.

Tað hevur annars gingið væl hjá Flux í undanfarnu kappingum. Teir hava verið við tvær ferðir áður, og báðu ferðirnar hava teir ognað sær eitt pláss í finaluni. Men soleiðis skuldi tað ikki vera hesuferð.

? Nei, eg haldi ikki man kann siga, at vit eru vónbrotnir, sigur Kristian í Vági, bass-spælari í Flux.

? Eg rokni við, at hetta var eitt tað harðasta umfarið í kappingini, og vit høvdu væntað, at antin MC-Hár ella Headache Blues Treo sluppu víðari.

Sjálvir eru limirnir í Flux stak væl nøgdir við teirra egnu framførslu.

? Tað gekk væl at spæla, so tað kundi ikki verið betri. Eisini vóru rættiliga nógv fólk fyri at vera so tíðliga á kvøldi, men kanska vóru tey ikki líka væl við, sum tey vóru seinni.

Sjálvt um Flux ikki slapp í finaluna, so geva teir ikki upp fyri tað. Í nærmastu framtíð fara teir í upptøkuhølini, har teir fara at gera eina demo-upptøku, og síðani eru konsertir á skránni, bæði í Suðuroy og í badmintonhøllini.

? Vit royna bara at spæla so nógv sum møguligt, sigur bass-spælarin, sum leggur dent á, at sjálvt um finaluplássið ikki kom undir land hesuferð, so fer Flux ikki í ommu sína.