Meðan bummurin við Tórsbreyt eitt stutt tíðarbil hevur verið til umvælingar vegna skaða, hevur onkur spolað runt inni á grasvøllinum við bili og gjørt stóran skaða á sjalvan vøllin.
Hetta siga tey úr Tórshavnar kommunu seinnapartin í dag.
– Í skrivandi løtu veit hvørki løgregla ella nakar annar, hvør hevur framt hesa skemdargerð. Men málið verður kannað, sigur kommunan.
– Heitt verður á fólk um at boða frá, um tey hava sæð tilburðin ella vita nakað, sum kann føra til, at funnið verður fram til tann, sum hevur framt herverkið.
Tórsbreyt hoyrir undir kommununa, og tí harmast tey úr Tórshavnar kommunu.
– Hetta er serliga harmiligt, tí fleiri tílík meiningsleys herverk hava verið í seinastuni á ognir hjá kommununi. Talan er um kostnaðarmiklar umvælingar á ognir, sum øll áttu at sæð eina æru í at farið væl um.