Onkur kavaæl í væntu

Eitt lágtrýst beint sunnan fyri Føroyar fer spakuliga í ein útsynning vestan og køld luft við vetrarælum rekur inn yvir Føroyar av landnyrðingi. Lágtrýst og brúgvaløg av útsynning streingja á fram móti vikuskiftinum.

 

Veðrið í dag

Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, sunnanfyri í støðum upp í strúk í vindi, 12 m/s, út á dagin veksur hann vindin. Sólglottar, men eisini okkurt kava- ella vátaslettingsæl. Hitin um dagin millum frostmarkið og 5 hitastig. Í nátt andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 7 til 12 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s, av landnyrðingi. Lutvíst klárt og okkurt kavaæl og hitin millum 1 kuldastig og 4 hitastig.

 

Í morgin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi og norðri, 7 til 12 m/s, sum minkar um náttina. Sólglottar og okkurt kava- ella vátaslettingsæl. Hitin alt samdøgrið millum 2 kuldastig og 3 hitastig.

 

Fríggjadagin

Lot til andøvsgul av landnyrðingi, undir 7 m/s, sum um náttina veksur í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 14 m/s, av eystri. Sólglottar, men okkurt kava- ella vátaslettingsæl. Hitin úr frostmarkinum upp í 4 hitastig.

 

Leygardagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri, 10 til 14 m/s. Sólglottar og okkurt kava- ella vátaslettingsæl. Hitin um 2 hitastig.

 

Sunnudagin

Stívt andøvsgul upp í hvassanvind av landsynningi, 10 til 15 m/s, sum minkar í gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella vátaslettingur. Hitin millum 1 og 5 stig.

 

Mánadagin

Eitt andøvsgul, undir 7 m/s, sum seinni øtlar í stívt andøvsgul upp í skrið, 10 til 17 m/s, av landsynningi. Skýggjað og seinni regn. Hitin millum 2 og 6 stig.