Onkur sløkti samskiftisútgerðina í flogfarinum

Malaysisku myndugleikarnir siga nú, at alt bendir á, at Malaysian Airlines-flogfarið bleiv rænt.

-Flogfarið hvarv, og tað var ikki av tilvild, segði malaysiski forsætisráðharrin, Najih Razak, á tíðindafundi í morgun. Hann segði, at myndugleikarnir eru givnir at leita í Suðurkinesiska Havinum, eftir at tað er vorðið klárt, at flogfarið fleyg aftur til Malaysia og vestur um landið. 

 

-Vit hava steðgað leitingini í Suðurkinesiska Havinum og eftirmeta nú, hvar vit skulu leita, segði forsætisráðharrin.

 

Onkur sløkti

Á tíðindafundinum segði Razak eisini, at tað ber ikki til at siga við vissu, at flogfarið bleiv rænt, men at nógv bendir á tað. Hann nevndi, at flogfarið fleyg fleiri tímar, aftan á at tað var horvið av radaranum. 

 

-Tað seinasta fylgisveuinasambandið við flogfarið var næstan hálvan sjeynda tíma, eftir at tað var horvið av radaranum, segði forsætisráðharrin sambært tíðindastovuni AP. 

 

Malaysisku myndugleikarnir siga, at teir eru rættiliga sannførdir um, at onkur sløkti samskiftisútgerðina hjá flogfarinum. 

 

-Samskiftisútgerðin bleiv sløkt, beint áðrenn floghfarið kom inn yvir malaysisku eysturstrondina, segði Razak. 

 

Tíðindastovan Reuters skrivar, at malaysiska løgreglan gjørdi húsarannsókn heima hjá flogskiparanum á tí horvna flogfarinum í morgun.