Onkur ynski vóru óetisk

Fyri eini tíð síðan gjørdu Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag av at framleingja sáttmálan millum partarnar í eitt ár.

Á landsfundinum í morgun nam felagsformaðurin við samráðingarnar og segði, at Reiðarafelagið hevði fleiri krøv – og tað sama hevði Fiskimannafelagið.

– Okkurt ynski var so óetiskt, at tað hevði verið til stóran báða fyri okkara umdømi.

Jan segði, at Reiðarafelagið royndi at trýsta Fiskimannafelagið at fáa manning umborð á skip fyri lítla og onga løn.

– Hesum vístu vit sjálvandi aftur, tí søgan sigur okkum, at einki samfelag hevur nakrantíð blómað av at hava trælalíknandi skipanir. Haraftrat eigur einki sunt samfelag at góðtaka mismun á fólki.

Felagsformaðurin segði, at Reiðarafelagið eisini ynskti at fáa trolaraflotan niður á 22% og línuflotan niður á 40%, men slíkt kundi Fiskimannafelagið slett ikki ganga við til.

– Vit høvdu hinvegin ynski um at hækka hýruna hjá línuskipum upp í 45%, sum vit halda hevði verið rímiligt støði. Vit høvdu eisini ynski um at stytta túralongdina – og at fáa eina munandi betri eftirløn, segði Jan Højgaard