Enn ein brúgv rapaði í Russlandi í morgun.
Hesaferð hendi tað í Kursk, greiddi virkandi guvernørurin í økinum, Aleksandr Khinshtein, frá um dulnevndu boðtænastuna Telegram.
Brúgvin datt niður, tá eitt farmatog fór yvir um hana. Ein tokførari fekk skaða, sigur Khinshtein.
Tað er ikki greitt, um nakar er deyður ella um fleiri eru særd. Tað er heldur ikki greitt, hví brúgvin rapaði.
Leygarkvøldið rapaði ein onnur brúgv í Bryansk-økinum, har sjey fólk doyðu og 69 fingu skaða.
Tað er ikki greitt, um tær báðar hendingarnar hava samband við stríðið hjá Russlandi við Ukraina. Ukraina hevur ikki enn gjørt viðmerkingar til málið.
Bæði Bryansk og Kursk hava mark við Ukraina.
Brúgvin í Bryansk datt niður klokkan 22:44. Leygarkvøldið lokala tíð. Brúgvin datt niður yvir jarnbreytina, tá eitt tok fór úr býnum Klimovo til russiska høvuðsstaðin, Moskva.
Tað rendi saman við falnu brúnna í Vygonitsky-økinum.
Av teimum 69 særdu eru 44 fólk á sjúkrahúsi. Trý børn eru millum tey innløgdu. Tokførarin var millum tey deyðu.
Tað er eisini ógreitt, hvat førdi til fallið, og um tað hevur samband við stríðið við Ukraina.
Russiska jarnbreytin greiddi fyrr í nátt frá á Telegram, at fleiri av vognunum í tokinum fóru av sporinum "orsakað av, at ein brúgv datt niður orsakað av ólógligum inntrivum í samferðsluna." Innleggið er síðani broytt soleiðis, at "ólóglig inntriv í samferðsluna" ikki longur er við.
Andrei Klishas, leiðandi limur í russiska yvirhúsinum, Samveldisráðnum, skrivar í einum uppslagi á Telegram, at vanlukkan í Bryansk vísir, at "Ukraina leingi hevur mist eyðkennini hjá einum ríki og er vorðið ein yvirgangs-enklava".
Hvørki russiski forsetin, Vladimir Putin, ella ukrainski starvsfelagið hansara, Volodymyr Zelenskij, hava gjørt viðmerkingar til fráboðanirnar.
Ukraina fór undir álop á landi í Kursk-økinum í august í fjør. Her fóru ukrainskar herdeildir inn í Kursk undir stórum altjóða uppmerksemi og tóku ræðið á einum fleiri økjum.
Talan var um størsta álop á Russland síðani seinna heimsbardaga.
Túsundtals hermenn vórðu sendir út - eisini úr Norðurkorea - at reka ukrainarar aftur, og í apríl segði Russland seg aftur hava fult vald á Kursk eftir næstan níggju mánaðir.
Ritzau/Reuters