Flesjarnar
Í sambandi við, at Olshana herfyri fórst á Tangafirði, hevur verið sagt, at fýra skip tilsamans hava siglt á Flesjarnar síðan 1950. Eisini hevur verið sagt, at trý av hesum skipum eru endað á havsins botni.
Men umframt enska farmaskipið Barjama, sum sigldi á Flesjarnar á sumri í 1950, Góðanes, sum fórst nøkur ár seinni og farmaskipið Ólavur Gregersen, sum fórst í 1984, er okkum sagt, at minst tvey onnur skip hava siglt á Flesjarnar.
Sosialurin hevur fingið upplýst, at veitingarskipið North Star hjá Thor í Hósvík eisini hevur borið við Flesjarnar, eins og Sundabúgvin hevur borið við botn á hesum leiðum.
Bæði North Star og Sundabúgvin komu tó avaftur – og endaðu soleiðis ikki við havsins botn.
Ein maður, sum Sosialurin hevur tosað við, veit eisini at siga, at onkur nótabátur hevur borið við botn á Høgnaboða – uttan, at hetta tó førdi til skipsbrot.