OPEC avgjørdi á fundinum í Wien í dag at skerja framleiðsluna vid 1,5 mio tunnum um dagin frá 1. november. Hóast hesa skerjing, so fall prísurin á olju á heimsmarknaðinum. Analysa
Jan Müller
Norðsjóaroljan varð handlað fyri 62 dollarar tunnuna eftir hesi tíðindini. Hildið verður tó, at um OPEC ikki hevði skert framleiðsluna, hevði oljuprísurin óivað lækkað væl meira. Eftir ætlan verður næsti fundurin hjá OPEC í desember, men nú verdur hildið, at tað er ikki ósannlíkt, at ein nýggjur kreppufundur verður hildin áðrenn tað.
Fleriri greinarar halda, at í løtuni hevur OPEC ikki eins nógv vald sum áður at stýra oljuprísinum. Marknaðurin veit eisini, at manglandi disiplin innanhýsis í OPEC fyrr hevur havt við sær, at oljuprísurin er fallin nógv. Hetta hendi m.a. síðst í 90´unum, tá eftirspurningurin eftir olju fall nógv, tá búskaparkreppan var í Asiu.
Tann nú lækkandi oljuprísurin kemur ikki illa við hjá ídnaðarlondunum, sum eru tætt tengd at oljuni. Nógvir leiðarar í vesturheiminum hava víst sína ónøgd við tí høga oljuprísinum til kennar yvirfyri OPEC. Tað er ikki longri tíð síðani enn í síðstu viku, at bretski forsætisráðharrin Gordon Brown segði, at tað hevði verið ein vanlukka, um OPEC skerdi framleiðsluna nú, soleiðis at oljuprísurin hækkaði aftur. Tað er ikki tað heimsbúskapurin hevur tørv á nú.
Sjálvt um dollarin er styrknaður nógv síðstu tíðina, so kunnu vit rokna við, at tann alsamt lækkandi oljuprísurin við tíðini eisini fer at hava positivt árin á føroyska samfelagið. Tað skuldi komið bæði vinnuni og føroyskum húsarhaldum væl við í hesum døgum.