Blómur vórðu lagdar til minnis um átta fólk, sum doyðu eftir eina skúlaskjóting í einum lítlum býi í Kanada í februar. (Skrámynd). - Mynd: Jennfier Gauthier/Reuters

OpenAI biður Kan­ada um um­ber­ing fyri virk­semi á Chat­GPT áðr­enn skúla­skjóting

Í juni varð gerningsmaðurin aftanfyri ein skottilburð í Kanada bannaður frá ChatGPT orsakað av órógvandi virksemi.

 

Blómur vórðu lagdar til minnis um átta fólk, sum doyðu eftir eina skúlaskjóting í einum lítlum býi í Kanada í februar. (Skrámynd). - Mynd: Jennfier Gauthier/Reuters

Stjórin í OpenAI, Sam Altman, hevur sent út eina umbering til kanadiska býin Tumbler Ridge, har ein hópskjóting á einum miðnámsskúla fór fram í februar.

Tað ger hann í einum opnum brævi, sum er almannakunngjørt á lokalu tíðindasíðuni Tumbler RidgeLines.

Orsøkin er, at fyritøkan ikki boðaði løgregluni frá órógvandi virkseminum hjá gerningsmanninum á chatbottinum hjá OpenAI, ChatGPT.

– Eg eri djúpt ónøgdur við, at vit ikki ávaraðu løgreglumyndugleikarnar um kontuna, sum varð steðgað í juni.

– Meðan eg veit, at orð ongantíð verða nóg mikið, so haldi eg, at ein umbering er neyðug fyri at viðurkenna tann skaða og óbøtandi miss, sum tykkara samfelag hevur fingið, sigur Sam Altman.

OpenAI hevði steðgað eini kontu, sum hoyrdi til Jesse Van Rootselaar í juni 2025 — átta mánaðir áðrenn 18 ára gamla transkynda kvinnan drap tilsamans átta fólk.

Kontan varð steðgað orsakað av stúran fyri nýtslu av henni í sambandi við harðskapsvirksemi.

Sambært Wall Street Journal høvdu nøkur starvsfólk hjá OpenAI víst á, at mistonkti nýtti ChatGPT sum eina ábending um harðskap í veruliga heiminum og heittu á leiðsluna um at boða myndugleikunum frá.

Men tað gjørdi OpenAI ikki.

OpenAI upplýsti eftir skottilburðin, at orsøkin var, at eingin ábending var um eitt nærverandi álop.

Kanadisk embætisfólk hava fordømt handfaringina av málinum hjá OpenAI og hava kallað leiðsluna í felagnum til fund í kanadiska høvuðsstaðnum, Ottawa, fyri at greiða frá trygdarviðurskiftunum hjá felagnum.

Familjan hjá eini gentu, sum varð skotin og fekk álvarsligan skaða í skúlanum, hevur stevnt amerikanska tøknirisanum fyri ósketni.

Van Rootselaar drap fyrst mammu sína og beiggja sín í heiminum hjá familjuni, áðrenn tann 18 ára gamli fór í miðnámsskúlan á staðnum og drap fimm børn og ein lærara.

Gerningsmaðurin doyði av egnum skotsári, eftir at løgreglan kom inn í bygningin.

Tøl frá 2021 vísa, at umleið 2.400 fólk búgva í Tumbler Ridge, sum liggur umleið 660 kilometrar í útnyrðing úr størra býnum Vancouver í landsynningspartinum av Kanada.

 

Ritzau/AFP

 

Blómur vórðu lagdar til minnis um átta fólk, sum doyðu eftir eina skúlaskjóting í einum lítlum býi í Kanada í februar. (Skrámynd). - Mynd: Jennfier Gauthier/Reuters