Petur Asano valdi Svínoy fram um Tokyo

»Altanir vekk« segði 25 ára gamli Petur Asano undir løgtingsvalstríðnum, tá ið kjakið um bústaðarneyðina var uppi at venda. Hesin einfaldi setningurin gjørdi hann landskendan. Men hvør er Petur Asano?

Sosialurin hevur hitt Petur Asano:

 

– Eg var eg føddur í Føroyum, men flutti til Japan saman við mammu, tí pápi mín búði har, byrjar Petur Takamasa á Geilini Asano at greiða frá.

 

Tað var í Tokyo, at Petur sleit sínar barnaskógvar. Men føroyska málið fekk hann meira enn bara í vøggugávu, tí foreldrini vildu, at hann bæði skuldi duga japanska og føroyska málið.

 

– Vit ferðaðust eisini nógv til Føroyar, serliga summarferiurnar. Eg gekk eisini eitt stutt tíðarskeið í fólkaskúlanum í Føroyum. Tá ið eg var liðugur í fólkaskúlanum í Japan, fluttu vit heim. Tað var í 2016, tá ið eg var 15 ára gamal.

 

Hann tók níggjunda  og tíggjunda flokk í Føroyum. Harafturat hevur hann tikið HF á Glasir.

 

Í dag heldur Petur, sum arbeiðir hjá Tórshavnar kommunu, fyri tað mesta til hjá foreldrunum í Havn, men hevur kortini adressu úti í Svínoy, har hann vitjar javnan.

 

Honum dámar væl at syngja og hevur sungið síðani hann gekk í triðja flokki.

 

– Eg havi sungið í kóri í Japan og syngi nú í kóri í Føroyum. Eg eri trúgvandi persónur, og gangi javnan í Ebenezer.

 

 

Fakta:

 

25 ára gamli Petur Takamasa á Geilini Asano er uppvaksin í Japan og býr í Svínoy. Mamma hansara er úr Svínoy og pápin úr Japan. Petur, sum hevur tikið HF á Glasir, arbeiðir sum arbeiðsmaður hjá Tórshavnar kommunu. Petur sigur seg vera ágrýtnan, lagaligan, treiskan og áhaldandi, tá ið hann verður spurdur um lyndiseyðkenni hansara.

 

 

Lesið samrøðuna við Petur Takamasa á Geilini Asano í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið á www.sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##