Raska og Vinir 2026

Leygardagin 23. mai bjóða vit aftur inn til ein ókeypis og hugnaligan familjudag í Hoyvík, har vit hava alskyns undirhald á skránnið. Vit fáa vitjan av flest øllum maskottum í Føroyum, Ævintýraferðin kemur at syngja og Rógvi Gyklarin undirheldur.

 

Á økinum hjá MBM verður bjóðað pylsir við tilhoyr, poppkorn, Mist, bollar og kakao og mangt annað. Eisini kunnu børnini njóta fleiri hoppiborgir, fáa andlitsmáling, síggja mjólkarbilin við meira. 

 

Í ár fer stuðulin til Beran, ið ger eitt stórt og umráðandi arbeiði innan barnaøkið í landinum. Hesin stuðulin verður fíggjaður av øllum luttakandi maskottum til dagin, har hvør fyritøka letur eina ásetta stuðulsupphædd.

 

Dagurin byrjar kl. 14:00 á Vegnum Langa 31 leygardagin tann 23. mai, og heldur fram til kl. 17:00. Meira kunning verður at finna á Facebook tiltakinum her: Raska og Vinir 2026 | Facebook

 

Vónandi síggjast vit.