Uppskotið, sum varð samtykt í Løgtinginum 17. mai 2023 um at broyta heitini á løgtings- og landsstýrisfólki soleiðis, at tey eisini rúma kvinnum, er aftur lagt fyri tingið.
Orsøkin til tað er, at sambært § 57, stk. 1 í Stýrisskipanarlógini kunnu samtykt broytingaruppskot av stýrisskipanarlógini ikki beinanvegin staðfestast av løgmanni. Samtykta uppskotið skal eftir eitt komandi val verða samtykt óbroytt í fyrstu setu nývalda tingsins, og kann síðan verða staðfest á vanligan hátt av løgmanni.
Tí verður hetta lógaruppskotið lagt fram einaferð enn.
Í almennu viðmerkingunum til fyrra uppskotið stór m.a.: “Formansskapurin ynskir at dagføra starvsheitini hjá ting- og landsstýrisfólkum og øðrum politiskum embætum soleiðis, at hesi í størri mun avspegla dagsins talumál, har heiti, knýtt at kynunum báðum, verða javnsett. Samstundis verða kynsóheft heiti sett inn í lógina.
Heitini verða longu brúkt í dagligari talu og í virksemi Løgtingsins, men til tess at fáa hesi formliga góðkend, verða løgd fram uppskot til broyting í Tingskipanini og í Stýrisskipan Føroya.”
Heitini landsstýrisfólk, løgtingsfólk og tingfólk verða sett í lógina samstundis, sum landsstýriskvinna, løgtingskvinna og tingkvinna eins og landsstýrismaður, løgtingsmaður og tingmaður verða javnsett sum almenn starvsheiti. Fyri starvsheitini løgmaður, varaløgmaður løgtingsformaður og næstformaður verða ásetingarnar broyttar soleiðis, at løgkvinna, varaløgkvinna, løgtingsforkvinna og næstforkvinna verða javnsett starvsheiti.
Táverandi løgtingsforkvinna ráðførdi seg við Málráðið um heitini, og er tilmælið frá ráðnum lutvíst grundarlag undir broytingini. Samskiftið við Málráðið er lagt við uppskotinum sum fylgiskjøl.
Starvsheitini landsstýrismaður, løgtingsmaður og tingmaður verða broytt í allari lógini, men starvsheitini løgmaður, varaløgmaður, løgtingsformaður og næstformaður verða standandi. Við ásetingini í § 1 a verða almennu starvsheitini fyri hesi embæti tó tillagað eftir, hvør situr í embætinum. Um hesar orðingar skuldu verið tillagaðar í allari lógini at fevnt um bæði kynini uttan at funnið heilt nýggj heiti, hevði talan gjørst um ov tungan og fløktan lógartekst, og tí er loysnin við § 1 a vald ístaðin.
Eisini verður heitið embætismaður broytt til embætisfólk og uttantingsmaður broytt til uttantingsfólk.
Uppskotið hevur ikki við sær nakrar fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar annað enn, at umrøddu heitini verða broytt.
– Við hesum broytingum verður gjørt upp við almennu kallkynsheitini í Stýrisskipanarlógini, soleiðis at farið verður frá orðinum maður í øllum viðurskiftum, til at tosa um kvinnu og mann ella um fólk. Við broytingini fer lógin at tosa um løgtingsfólk, tingfólk og landsstýrisfólk sum felagsheiti, tó soleiðis, at hesi eisini kunnu velja at nevna seg sjálvi løgtingsmaður ella løgtingskvinna, tingmaður ella tingkvinna og landsstýrismaður ella landsstýriskvinna. Tó verða heitini løgmaður, varaløgmaður, løgtingsformaður og næstformaður standandi í lógartekstinum, men almennu starvsheitini verða við § 1 a broytt alt eftir, hvør situr í embætinum. Hendan loysnin er vald, so lógarteksturin ikki gerst ov tungur og fløkjasligur, stendur í viðmerkingunum.
Eisini verður heitið embætismaður broytt til embætisfólk og uttantingsmaður broytt til
uttantingsfólk. Ongar aðrar innihaldsligar broytingar eru, men einans málsligar tillagingar, har kynini krevja, at orðingar verða broyttar.
Í stýrisskipanarlógini er í § 57 ásett, at tá ið broytingar verða gjørdar í stýrisskipanarlógini, kann samtykta løgtingslógaruppskotið ikki beinanvegin verða staðfest av løgmanni. Hitt soleiðis samtykta løgtingslógaruppskotið skal eftir næsta val verða samtykt óbroytt í fyrstu setu nývalda tingsins og kann síðan verða staðfest á vanligan hátt av løgmanni.
Hetta lógaruppskotið er einsljóðandi lógaruppskotinum, sum Løgtingið samtykti 17. mai 2023. Samtykkir Løgtingið hetta lógaruppskotið í óbroyttum líki, verður tað sent løgmanni at kunngera, skriva tey fýra í formansskapinum, Johan Dahl, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Hervør Pálsdóttir og Jóhannis Joensen.









