Í dag, fríggjadag 24. apríl 2026, hevur Beinir givið nýtt staklag út. Lagið, sum ber heitið Roses, er fyrsta staklagið av einari komandi heildarútgávu, sum fer at eita “The end or beginning of us”.
Tað stendur at lesa í tíðindaskrivi, sum Beinir hevur sent in.fo.
Sambært tíðindaskrivinum er Roses ein hugleiðing um kærleika, iva og tað dirvið, sum krevst, tá ein skal velja ein persón at fylgjast við restina av lívinum.
- Í fjør spurdi eg damuna, um hon vildi giftast við mær, og hon segði ja. Eg føli meg ótrúliga
hepnan, og hon er tað besta, sum er hent mær. Síðani eg møtti henni tíðliga í 2023, havi eg alla tíðina vitað, at tað skuldi vera vit bæði. Men ofta er langt frá tanka til gerð, tá tað kemur til at taka eitt so stórt stig sum hetta. Tankarnir fylla nógv – bæði teir ljósu og góðu, men eisini ivin, um ein sjálvur megnar at liva upp til tað. Tað er nakað av tí, sum eg royni at siga í tekstinum til hendan sangin, sigur Beinir í tíðindaskrivinum.
Beinir hevur sjálvur framleitt lagið og skrivað tað saman við Morten Winter Nielsen,
Jónas Gaard og Sharon Vaughn. “Roses” er givin út í altjóða samstarvi við feløgini Tigerspring, Music is fun og Virgin Music Group, stendur at lesa í tíðindaskrivinum.
##med2##
Trúlovaðist í fjør
Á sosialu miðlunum fortelur Beinir, at hann í desember í fjør fríggjaði til unnustu sína. Í uppslagnum, sum er at lesa á Facebook og Instagram, greiðir Beinir frá nøkrum av teimum tankunum, ið hava fylt nógv, áðrenn hann tók stigið at fríggja til unnustuna.
Millum annað nevnir hann tann óttan og ta ábyrgdarkenslu, ið við fylgir, tá ein elskar ein annan persón so nógv.
- Eg haldi, at tað er eitt týdningarmikið evni, tí stórar og spennandi løtur í lívinum eru ikki altíð bara ljósareyðar - fólk ivast og kunnu gerast bangin mitt í øllum tí vakra, sum fer fram, sigur Beinir í tíðindaskrivinum.
##med3##
Nógvur tónleikur ávegis
Beinir fer at geva nógvan tónleik út komandi mánaðirnar, stendur í tíðindaskrivinum. Hann hevur eina heildarútgávu ávegis sum einstaklingur, men eisini hjá spennandi dreingjabólkinum “Tøgn”, ið Beinir er limur í, eru nýggj løg í eldinum.
Eisini fer Beinir at hava nakrar konsertir í Reinsarínum í Havn – tær vera ávikavist 6., 7. og 8. november.
Í 2024 gav Beinir heildaútgávuna “Greener” út. Í november 2025 rundaði útgávan eina millión stroymingar á teimum talgildu tónleikatænastunum.
Video av Beinir har hann deilir rósur út til fólk á gøtuni í Keypmannhavn:
https://www.instagram.com/reel/DXD_0dtgtcT/?utm_source=ig_web_copy_link&igsh=MzRlODBiNWFlZA==













