Triglav Kranj vann sætta dystin á rað

Hanus Sørensen og liðfelagarnir hava fimm stig upp til annað plássið

Tað gongur væl hjá Hanusi Sørensen og liðfeløgunum í Triglav Kranj í næstbestu slovensku fótbóltsdeildini.

 

Í kvøld var Hanus 73 minuttir á vøllinum, tá Triglav á heimavølli vann stórsigur 4-0 á Krsko. Í steðginum var støðan 1-0, og tá Hanus fór av vøllinum var støðan 3-0.

 

Marko Brkić, Marin Magdić, Oliver Kregar og Toni Vinogradac syrgdu fyri málunum hjá Triglav. Talan var um sætta dystin á rað hjá Triglav.

 

Triglav er triðfremst í deildini við 54 stigum. Teir hava fimm stig upp til Grosuplje á øðrum plássinum, og átta stig upp til Nafta á fremsta plássinum.

 

Nú eru 15 stig eftir hjá Triglav at spæla um, so teir hava hart brúk fyri, at tvey tey fremstu liðini snáva, um Triglav skal hava møguleikan at flyta upp í bestu deildina.

 

Komandi hósdag klokkan 16 hevur Triglav dyst á útivølli móti Jesenice, ið er næstaftast í deildini við bert 15 stigum.