Ódugnalig leiðsla á Innkrevjingini og ein ovasti aðalstjóri og fíggjarmálaráðharri, sum hava ilt við at halda orð, hevur ført við sær at innkrevjingin av almennari skuld hjá landinum er í smildri og at milliónir av almennum pengini fara fyri skeyti. Eingin skipan er til at innheinta skuld við og tann sum kemur at bløða fyri hetta er skattgjaldarin. Tað sum hevur ligið fremst í huganum hjá leiðsluni á Fíggjarmálastýrinum hevur fyrst og fremst verið, at verja sína egnu leiðslu, uttan at tey hava tikið hædd fyri hvørjar avleiðingarnar eru av hesum. Hetta hevur havt við sær, at ein vælvirkandi almenn tænasta nú er fyribeind.
Starvsfólkini á Innkrevjingardeildini vendu sær í novembur 1999 til Starvsmannafelagið, tí arbeiðsviðurskiftini á deildini vóru út av lagi vánalig. 1 mars 1999 fekk Innkrevjingin nýggjan leiðara - Birgit Vitalis Ottosen. Starvsfólkini tóku væl ímóti henni, men tað gjørdist skjótt greitt fyri starvsfólkunum, at hennara háttur at leiða deildina gjørdi arbeiðsviðurskiftini ótolandi. Hóttanir og kravboð gjørdu at enda, at starvsfólkini kendu seg sálarliga kroyst, og ikki før fyri at virka nøktandi á arbeiðsplássinum. At enda orkaðu starvsfólkini ikki meira og vendu sær til felagið um hjálp.
Felagið royndi fyrst saman við álitisfólkunum at fáa málið loyst á staðnum, men uttan úrslit. Síðani bóðu vit um fund, fyrst við Birgit V. Ottesen og síðani Óla Heinesen, stjóra á T&S, men hetta varð avvíst. Tískil bóðu vit starvsfólkini koma á fund við felagið fyri á tann hátt at fáa orð á leiðsluna og hjálpa báðum pørtum at koma víðari.
Avleiðingin av hesum er vælkend. Ístaðin fyri at lurta eftir neyðarrópinum frá sínum egnu starvsfólkum, valdi leiðslan á T&S at hótta við at burturvísa álitisfólkunum. Hetta hevði við sær ein sjey viku langan arbeiðssteðg ? sum "endaði" við at Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið undirskrivaðu eina semju.
Tað var ikki við góðum tannabiti, at vit skrivaðu undir hesa semju - men vit høvdu tvey í at velja - antin at herða stríðið, tvs. at taka alt Fíggjarmálastýrið til hús, ella at trúgva uppá, at fíggjarmálaráðharrin Karsten Hansen og aðalstjórin Petur Alberg Lamhauge vóru menn sum hildu orð og vóru sinnaðir at fáa viðurskiftini í rættlag. Karsten Hansen boðaði frá, at um fólkini ikki komu aftur til arbeiðis, so komu helst umfatandi uppsagnir uppá tal, og hetta kundu vit sum felag ikki liva við.
Starvsmannafelagið ásannar, at stríðið um Innkrevjingina er tapt. Men vit hava lært nógv av hesum, og fara ikki í framtíðini at gera slíkar semjur við verðandi leiðslu í Fíggjarmálastýrinum.
Tá starvsfólkini koma aftur til arbeiðis hava tey ikki ein men tveir leiðarar, sum halda fram við sama leisti. Birgit Vitalis Ottosen er flutt upp í starvstign í Fíggjarmálastýrinum, men hevur framvegis skrivstovu á innkrevjingardeildini. Regin Thomsen er settur fyribils leiðari í staðin fyri hana.
Innkrevjingin av almennari skuld desentraliserast.
Undir arbeiðsstegðinum avgjørdi fíggjarmálaráðharrin Karsten Hansen, at tann desentralisering av innkrevjingini, sum hann hevði tikið avgerð um skuldi leggjast út á deildir kring landið, skuldi framskundast. Orsøkin til at desentraliseringin nú brádliga skuldi fremjast í skundi var, at fíggjarmálaráðharrin ikki vildi viðganga at hann hevði ein leiðslutrupulleika, og tí var neyðugt at uppfinna eitt nýtt starv ella starvsumráði til leiðaran, sum tí var sett til at standa á odda fyri desentraliseringsætlanunum. Tvs. at tann persónurin, sum øll orrustan stóðst av, kom einvegis at avgera framtíðarlagnuna hjá starvsfólkunum á Innkrevjingardeildini. Hóast tað í semjuni varð lagt upp til, at starvsfólkini skuldu vera við í arbeiðnum, eru framvegis bert kravboð galdandi. Starvsfólk sum hava starvast 30 ár hjá T&S fáa boð um at tey skulu søkja síni egnu størv av nýggjum orsaka av desentralisering - og skulu avleverað prógv og ummælið við - ummælið frá Birgit V. Ottosen?
Eingin grundgeving liggur fyri hví tað er neyðugt at desentralisera innkrevjingina av almennari skuld. Innkrevjingardeildin er júst flutt inn í nýggj høli, sum er innrættað við nýggjum innbúgvi og nýmótans útgerð til 16 starvsfólk. Kostnaðurin fyri hesi høli er 900 kr. fyri fermeturin. 3 mánaðar aftaná er Innkrevjingardeildin niðurløgd.
Sambært grein 2 í sáttmálanum skulu starvsfólk verða við í arbeiðinum, tá avgerandi broytingar henda á arbeiðsplássinum. Desentraliseringin fær eisini umfatandi avleiðingar fyri aðrar deildir á T&S, men álitisfólkini á hesum deildum eru als ikki kunnaði um tær komandi broytingarnar.
Hvørjar eru avleiðingarnar av sorgarleikinum?
Áðrenn 1996 var tann almenna skuldin yvir ein hálva milliard, og fyri at koma hesum trupuleika til lívs, gjørdi tað almenna íløgu í eina kostnaðarmikla innkrevjingarskipan og í at upplæra starvsfólk at umsita innkrevjingarskipanina. Í 1996-1999 hevur innkrevjingardeildin við hesi skipan, verið før fyri at minka um eftirstøðurnar við 170 milliónum krónum. Hendan skipanin er nú niðurløgd orsakað av ár 2000 trupulleika og eftirstøðurnar vaksa við rúkandi ferð. Viðmerkjast kann, at hendan skipan ikki er fallin fyri ár 2000 trupulleikanum í Danmark.
Starvsfólkini á innkrevjingini og Birgit V. Ottosen vistu longu frá 1 apríl 1999, at innkrevjingarskipanin kom í trupulleikar, tí serviceavtalan av skipanini varð uppsøgd av leverandørinum. Óli Heinesen, stjóri á T&S, hevur alment sagt, at hann ikki fyrrenn 1. okt. 1999 varð greiður yvir, at innkrevjingarskipanin ikki kláraði ár 2000 trupulleikan. Hann hevur eisini boðað frá, at 90% av eini nýggjari skipan skuldi koma at virka frá 1. jan. 2000, men soleiðis er støðan als ikki í dag - eingin skipan fyriliggur, og tað er ivasamt um tað yvirhøvur eydnast at fáa eina skipan at virka í inniverandi ári.
Einki fyriliggur hvussu desentraliseringin skal virka uttan eina innkrevjingarskipan, og uttan at tey starvsfólk, sum hava royndirnar av innkrevjing eru við í arbeiðnum at gera eina nýggja skipan.
Støðan í dag er at t.d.:
oPantifútaheimildin er tikin frá teimum 8 pantifútunum, og eingin panting kann tí verða framd. Eftir tí desentraliseringsætlan, sum fyriliggur, verða bert 2 pantifútar framyvir sum skulu hava skrivstovu í Tórshavn.
oEinki verður eftirhildið á A-inntøku hjá fólki, ið skylda skatt, barnapengar, konupengar o.l.. Hetta eftirhald hevur í meðal givið 1_ - 2 milliónir um mánaðan til eftirstøður.
oNegativt MVG og gjøld fyri rokningar til tað almenna, verður í dag goldið beinleiðis út til borgaran, uttan at tað fyrst verður hugt eftir um móttakarin hevur skuld, sum útgjaldið kann mótroknast í. Hendan mótrokning hevur í meðal givið _ millión um vikuna til eftirstøður.
oKrøv frá øðrum myndugleika enn Toll- og Skattstovuni, t.v.s. barnapengar, konupengar, vegskattur og útlendsk krøv verða í dag ikki skrásett. Ætlanin er at myndugleikarnir, sum t.d. Almannastovan, sjálvi skulu skráseta og málsviðgera hesi krøv.
oInngjøld til aðrar eftirstøður enn toll, skatt og MVG verða bert skrásett á eini fyribilskonto, og ikki á skuldaran persónligt.
oØll málsviðger, so sum t.d. avtalur, sum innkrevjingin hevur gjørt við borgarar, kann ikki fylgjast upp, tí eingin skipan er.
Hetta vil sostatt siga, at síðani november mánaða eru uml. 11 milliónir krónur farnar beinleiðis út sum gáva til skuldarar, sum av røttum áttu at verið eftirhildnar. Hetta talið veksur fyri hvønn dag, sum eingin skipan er.
Eingin innkrevjing er, og milliónir av almennum krónum fara fyri skeyti - einasti vinnarin í øllum hesum eru tey sum skylda landinum pengar og nú sleppa undan at gjalda. Tann sum bløðir fyri hetta er skattgjaldarin, sum helst má av við fleiri pengar, tí so nógv skuld er útistandandi.
Hóast Óli Heinesen, sum er fyribilssettur stjóri, hevur ábyrgdina av at eftirstøðurnar hjá landinum, orsaka av omanfyri nevnda, fyrnast og ikki verða innkravdar, hevur Fíggjarmálastýrið longt hansara starvssetan í eitt ár.
Fakliga umhvørvið syndrast.
Avleiðingin av øllum hesum er, at ein vælvirkandi innkrevjing hjá T&S við vælútbúnum starvsfólkum við áralongum royndum liggur í smildri. Fleiri fólk hava sagt seg úr starvi uttan at hava annað starv í boði, og mestsum øll fólkini eru sálarliga niðurbrotin. At starvsfólk við tí fakliga kunnleikanum siga upp hevur við sær at stovnurin missir vitan og royndir, sum tað fer at taka mong ár at byggja uppaftur.
Starvsmannafelagið mist álitið á Fíggjarmálastýrinum.
Sjálvt málið snúði seg í stuttum um samstarvstrupulleikar, men tann stívrendi hátturin sum Fíggjarmálastýrið beinanvegin valdi at brúka móti starvsfólkunum gjørdi, at málið fekk eina heilt nýggja vend. Eingin áhugi var at royna at loysa upprunatrupulleikan. Ístaðin valdi Fíggjarmálastýrið at broyta alt málið til ein spurning um desentralisering, sum nú hevur tað við sær at innkrevjingardeildin er niðurløgd.
Niðurstøðan er tann, at Starvsmannafelagið hevur mist álitið á Fíggjarmálastýrinum, og vit biðja tí politisku myndugleikarnar um at kanna hetta málið, soleiðis at tað fær avleiðingar fyri røttu viðkomandi. Starvsmannafelagið hevur roynt at funnið eina loysn. Fíggjarmálastýrið hevur harafturímóti bert at vart tann heilaga leiðslurættin, uttan at hugsa um hvørjar avleiðingar hetta fyrst og fremst hevur fyri starvsfólkini, men so sanniliga eisini fyri skattgjaldaran og arbeiðið framyvir at krevja inn almenna skuld.
Tórshavn tann 22. februar 2000
Vegna nevndina í Starvsmannafelagnum
Gunnleivur Dalsgarð, formaður