DIS stendur fyri Dansk Internationalt Skipsregister og kann samanlíknast við FAS Føroya Altjóða Skipaskráseting.
Vit hugsaðu er hettar lógligt, ja so kunnu vit einki gera við tað.
Og veruliga føla vit okkum sum ein lítil minniluti av Føroya fólki sum verður happaður, snýtur í skatti og ikki er tað so sjáldan at ein fær at vita, at tú betalir ongan skatt. Men vit hava breiðan rygg, og vit vita eisini, hvat vit eru verdir fyri Føroya land á inntøkusíðuni.
Fyri at lýsa hvat DIS inntøka er, so er tað at sig at hon ein nettu løn, sum ein arbeiðir fyri og ikki ein brutto løn, sum er vanligt. Einasti munurin á einari nettu løn og ein brutto løn er, at har eru skattakrónurnar tiknar áðrenn ein fær lønina og at tað, ið ein forvinnur brutto ikki verður upplýst.
Nakað annað sum kann ein sigast um DIS er, at skattakrónurnar ikki fara til land og kommunur, men í lumman hjá reiðarínum. Hendan lóggávan var samtykt í Danmark í 1988 og ein millumlandaskattaavtala varð skrivað ímillum Danmark og Føroyar um DIS inntøkuna, tað var nokk Jógvan Sunstein, sum var løgmaður tá.
Teir ið sigla undir DIS hava sostatt onga ávirkan á hesa lóggávu og vit vita ei heldur hvat stendur í henni, so tað hevði verið upp á sítt pláss, at fíggjarmálaráðharrin kunnaði Føroya fólk um hesa lóggávu. Vit vilja biðja fíggjarmálaráðharran um at upplýsa okkum og Føroya fólki um hesa lóggávu bæði ta donsku og tað skjalið, sum bleiv undirskrivað av Føroya løgtingið um DIS lóggávuna.
Fyri at lýsa hettar út í æsir skuldi Føroya Landstýri sett ein samfelagsserfrøðing fyri at fáa hansara meting og áskodan um.
Hvøn týdning DIS og DIS'arnir hava fyri tað føroyska samfelagið
Hvørjar avleiðingar vil tað hava, um fleir DIS'ara fara av landinum
Hvat er alheimsrákið fyri líknandi skipanir sum DIS
Vit hugsaðu hevur fíggjarmálaráðharrin hugsað seg um, hvat ið hann ger, allarhelst ikki tí.
Her eru nakrir sannir upplýsingar, sum eru frá TAKS fyri skatta ári 2007.
Í 2007 vóru 461 mans/kvinnur skrásettar undir DIS skipanin, búsitandi í Føroyum.
Hesir mans/kvinnur komu heim við eini útflutningsvørau sum var 123 milliónir krónur, tað er hesa útflutningsvøru sum fíggjarmálaráðharrin ætlar at dubultskatta, ja ein kann spyrja seg sjálvan blíva hinar útflutnings vørðurnar skattaðar.
Fíggjarmálaráðharrin er á djúpum vatni, har hann ikki botnar, hann veit rætt og slætt ikki hvat í hendur um hann leggur eyka skatt omaná DIS inntøkuna.
Nú í fleiri ár hevur verið tosað um, hvat ið gerast skal fyri at fáa tey ungu heim aftur. Vit kunnu siga við vissu, at hettar ikki fer at fremja nakra flyting av ungum fólki til Føroya, men heldur tvørturímóti, eina fráflyting.
Vinnuháskúlin er fullur av ungum fólki, sum er í ferð við at útbúgva seg til at fara út í heimin soleiðis, at tey kunnu fáa til lívsins uppihald, men verða hesi búsitandi í Føroyum, ja Jóannes hvat hevði tú gjørt sjálvur, um tú var á teirra aldri. Vit vita, hvat vit høvdu gjørt, men eru ikki heilt vísir í hvat tú hevði gjørt.
123 milliónir / 461 = 269 túsin krónur, ikki ein so ovurhonds stór inntøka sjálvt um skatturin er farin av.
5% av 123 milliónum er 6,15 millión.
Lat okkum bara geva tær eitt lítið tal sum fer at flyta av landinum eini 70 mans/kvinnur
70 x 269 = 18.8 milliónir, minni krónur í umfar í Føroyum, allarhelst verður hettar meira. Hettar er bara fólk í yngra endanum. So eru tað hinir sum hava siglt ein stóran part av lívinum, har eiga teir flestu børn, sum búgva uttanlands og hava búsett seg har, hesir fara at umhugsa at flyta adressu, og nemt er her, vit eru jú enn ein partur av Danmark, hvussu nógvir vita vit ikki, men ein pol kanning verður skjótt koyrd av bakkastokki, so skal tú nokk fáa tølini at vita, men tað eru fleiri.
Vit halda, at Føroya fólk og land er illa stilla við einum so snævursjygdum fíggjarmálaráðharra við róðrið, uttan mun til politiskan lit. Vælsignaður maður tonk teg um árin tú fert enn longur út, har í tú ikki grynnur og eingin kann halda tær uppi. Fyri at siga tað við skeið beint út, so verður meira slýnkið í kassanum hjá tær Jóhannes.
Vit kunnu bert ugga okkum við at fjøldin av politikarum hava hugflogið í ordan.
Vit fara til síðst í hesum opna brævi til fíggjarmálaráðharran at biðja um innlit í
1. Uppruna skjalið, ið umfatar DIS avtaluna
2. Skjøl viðvíkjandi DIS avtaluni undirskrivaði seinri
3. Lóggevandi skjøl viðvíkjandi Arbeiðsmarknaðargjøldum sum umfata DIS avtaluna.
4. Eru DIS krónurnar innroknaður í blokkstuðulin, um ikki burdu tær, her skuldu kommunurnar eisini fingið sín part.
DIS skipanin kann samanberast við fisk íð verður útfluttur, bert er tað tann munurin at DIS inntøkan verður útflutt á hvørjum árið, ja ein sildatunnu sum aldri blívur tóm.
Um so er at tú manglar hugskot til at spara á fíggjarlógini so kanst tú altíð skriva til [email protected] og vit vilja koma við góðum ráðum, sum fara at virka at roynast í verkið.
Vegna nevndina og teir 130 limirnar í frítíðar felagnum Antares www.Antares.fo
Thomas Lambastein, formaður, Frítíðarfelag fyri fólk í farmasigling og frálandavinnu - www.Antares.fo