Hvørjar sakligar grundir eru til hetta asnasparkið á hesi gleðihátíð heimsins við tokka millum menniskju? Hevur Henning tikið av kassanum? Hevur hann framt revsivert lógarbrot? Verið ónærisligur við onkran ella hvat? Ella er hann vorðin offur fyri óheiðurligari maktgirnd Finnboga Arge og Arna Poulsens, sum eyðsýnt ikki hava maktað teirra uppgávu serliga væl sjálvir?
At Arna trýtur hegni til at tosa við fólk, er ikki ókent. At hann ikki hevur maktað starvið sum aðalstjóri - generaldirektør - skal hann sum so ikki lastast fyri. Tí, hvar skal hann hava lært fakið? ikki sum kemiverkfrøðingur, og ikki á Bacalao. Breyðið bleiv bara ov stórt - ! Og kanska tí, hevur hann stykni til Henning.
Finnbogi Arge er vælkendur millum fólk. Merkiligt at nakar skal halda, at hann er maktsjúkur, klandrutur, rumbulsmakari, sambært hansara farnu karrieru og dagsins yvirskriftir. Hann dugir kanska ikki so væl at fáa nakað at bera til, men vinarligur, sum hann er, er hann politikari til láns. Hann er ikki júst valdur av fólkinum, hann fekk bara 183 + 1 atkvøðu til seinasta val av teim yvir 10.000 avgivnu atkvøðunum í Suðurstreymi. Men hann bleiv av Fólkafloksleiðsluni allíkaval settur í landsstýrið. Og um Óli Breckmann vildi borið Finnboga aftur til Sambandsflokkin, so hevði Edmund Joensen uppá langan avstand hildið fyri nøsina og sagt: »Noy takk!«
Finnbogi Arge hevur fyri mær ført tríggjar grundir fram fyri uppsøgnini av Henningi. Hann hevur:
1) Yvirtrekt
2) Afturhildið upplýsingar
3) Er ósamarbeiðsvilligur.
Til hesar grundir vil eg siga beint fram: Tann fyrsta er lygn, tann næsta er lygn og tann triðja er lygn! Ið hvussu er, ikki »ansvarspådragende« í juridiskum og uppsagnarligum týdningi!
Tað eru mong í Føroyum, sum hava ein politiskan og religiøsan holdning, sum eina játtan og ábending um moral og etikk, Eg havi kent og samstarvað við Henning Jacobsen síðan mars 1975. Eg havi til dags dato ikki gripið hann í einari einastu ósannheit ella óreiðiligheit á nøkrum øki. Hvørja játtan Henning hevur - hetta ella hitt - veit eg ikki. Havi ikki spurt hann, og djúpast sæð havi eg onki við tað at gera. Tað má vera ein eyðsæddur mannarættur bæði persónliga og eksistentielt at hava sína hjartans meining fyri seg sjálvan. Henning er ein hendinga heiðurs- og hampamaður. Umgongiligur. Vælbegávaður og vællærdur. Og sera, sera góður við okkara land. Á tekniska økinum er hann ein høvdingur í mun til Finnboga Arge, Arna Poulsen og restina av manningini, sum í Tinganesi balist í líkroykinum eftir Finn Norman Christensen. Hetta veit ongin betri enn starvsfólkið hjá Landsverkfrøðinginum, sum hava kent Henning uppá »gott og ilt« í skjótt 24 ár.
Her tali eg, mær vitandi, fyri tey øll somul.
Aftur til spurningin:
Hava tygum, Hanus undir Leitinum, landsnevndarformaður, fingið nakra nevniverda grund til at byggja omanfyri nevndu uppsøgn á?
Hava tit løgtingsfólk: Óli Breckmann, Rúna Sivertsen, Jógvan við Keldu, Jógvan á Lakjuni, Bjarni Djurholm, Jóannes Nielsen, Eyðun Viderø og Jákup Suni Joensen fingið nakra seriøsa grund til nevndu uppsøgn? Hvønn moral og etikk hava tit, sum loyvir tykkum at gera ein heiðursmann æru- og arbeiðsleysan uttan grund, og uttan at hansara sak hevur fingið hóskandi viðgerð.
Um floksins landsnevnd veit eg, at tey gera eitt ótakksamt og ólønt arbeiði fyri flokkin allar dagarnar í valskeiðinum. Um løgtingslimirnar, veit eg, at tit fáa eftirtraktaða løn fyri arbeiðið, og onkur gerst riddari eisini av somu orsøk.
Eftir er bara at spyrja: Hvat skulu vit vanligu veljarar halda um tykkum og tykkara hálsleysu avgerðir. Vit sum bara ca. fjórðahvørt ár sleppa at geva tykkum ein kross ganska gratis - !
Arnstein Niclasen
02.01.99