Og so fluttu fólk í hópum í sambýli at búgva.??Men eftir á Eirargarði sótu eini 15 fólk. Hetta vóru tey, sum vóru mest darvað av teirra breki, flestu teirra knýtt at rullistóli og skuldu hava nógva hjálp frá starvsfólki. Tað vóru góð og røsk starvsfólk, sum løgdu nógva orku í at gera sítt besta og settu trivnaðin í hásætið. Tað eydnaðist. Í nøkur ár. Húsini vóru nýggj og bygd til endamálið og høvdu teir hentleikar, sum skuldu til.??Sum tíðin gekk, kom annað virksemi inn í bygningin, og hevur tað eisini órógvað bústovnin.??Hvat hendir nú???Tey fólk, sum fyri fjórðingsøld síðan fluttu í sambýli at búgva, fara at eldast, og ellisbrekini gera vart við seg. Húsini, ið vóru keypt gomul, eru illa farin og duga ikki til røktarkrevjandi fólk. Og nú eru vit sum avvarðandi vitni til, at menningartarnað fólk koma aftur á Eirargarð at búgva, tí tey hava ellisrøkt fyri neyðini.??Er tað trivnaðartænastan hjá nærverkinum, sum stendur fyri flytingini? ??Um so er, so eiga tit at vita, at Eirargarður 16 er ein pedagogiskur stovnur, hvørs fremsta uppgáva er at veita pedagogiskar tænastur. Eirargarður 16 er ikki eitt røktarheim! ??Skulu tey frá sambýlum og øðrum stovnum ella fólk av Eirargarði 16 flyta heiman vegna sjúku ella aldur, so mugu tey, sum øll onnur, flyta á røktarheim. har sjúkrarøktarfrøðingar og onnur starvast, ið hava skil á røkt. Bústovnurin á Eirargarði 16 A og 16 B er pedagogiskur stovnur, har starvsfólkið eigur at leggja alla megi í tað pedagogiska arbeiðið, sum er teirra fakliga útbúgving.??Í sama bygningi á Eirargarði hevur Landssjúkrahúsið nú eina deild til meira røktarkrevjandi fólk. Tað skuldi tí verið heilt rímiligt, at henda deildin tók ímóti teimum, sum helst vilja aftur á Eirargarð at búgva. ??Av tí at dóttir okkara síðan 1980 hevur búð á Eirargarði 16, hava vit kunnað fylgt við gongdini øll hesi árini. Har var gott at búgva, men nú treingist samanum. ??Trivnaðartænastan hjá Nærverkinum eigur at ansa eftir, at Eirargarður 16 A ikki verður eitt røktarheim, tí tá eru krøvini til heimið heilt onnur.??Hoyvík 19. 10. 10