Miðlahúsið hevur opið hús Mentanarnáttina, og fer at vísa arbeiðsplássið fram fyri almenninginum, sum hýsir Sosialinum og Rás2, umframt at arbeiðsplássið eisini ger tilfar til portalarnar hja Føroya Tele, portal.fo, sportal.fo og planet.fo., verður húsið eisini brúkt til kjakfundir og upplýsandi fundir og ráðstevnur og mentanarlig tiltøk.
Forstjórin í Miðlahúsinum, Jan Müller sigur, at hann eins og øll starvsfólkini eru fegin um at kunna vera partur av Mentanarnáttini í Havn.
- Miðlahúsið er vorðið so týðandi partur av miðbýnum, miðlaumhvørvinum og mentanarlívinum at vit kenna tað eisini sum eina ábyrgd og skyldu at hava
dyrnar opnar tá tiltøk eru í umhvørvinum, sigur Jan Müller.
Tann paradiskendi Miðlagarðurin opin fyri almenninginum hetta kvøldið, og tríggir ymiskir tónleikarar vera at hoyra í Miðlahúsinum millum klokkan 20-23.00. Uni Arge, sum í fjør gav út sína fyrstu fløgu, og í løtuni leggur hond á sína næstu útgávu, verður millum tey trý syngjandi. Nýggjasti vinnarin av Ársins Songrødd, Birita Poulsen, verður eisini at hoyra, og dugnaligi Bárður Johannesen fer somuleiðis at syngja og spæla hetta kvøldið.
Øll eru vælkomin. Miðlahúsið bjóðar umframt tónleik eisini kaffi, te og smákøkur.