Opið hús við nógvum góðum tilboðum

Í sambandi við at 100 ár eru liðin síðan fyrsti bilur bleiv gjørdur á Laurin & Klement verksmiðjuni í Kekkia, sum seinni bleiv til Skoda, verður nógv gjørt burtur úr á bilasøluni Norðbil við Oyggjarvegin

Opið hús verður á bilasøluni Norðbil við Oyggjarvegin leygardagin 25. juni frá kl. 9.00- 20.00 við nógvum góðum sertilboðum upp á nýggjar Skoda bilar (avmarkað nøgd).

25 prosent verða latin í avsláttri upp á allar Skoda umvælingar í viku 26.
Eisini verða nógvir brúktir bilar seldir við stórum avsláttri.

Kekkiska fyritøkan Laurin & Klement varð stovnað í 1895. Teir byrjaðu við at umvæla og framleiða súkklur. Í 1899 fóru teir undir framleiðslu av motorsúkklum, og í 1905 varð fyrsti bilurin, ein Voiturette A, sum bleiv ein stór succes, framleiddur.

Í 1925 varð fyritøkan løgd saman við stóru maskinfyritøkuni Skoda Pilsen, har verkfrøðingurin Emil Skoda var stjóri, síðan tá hava bilarnir borið navnið Skoda.

Síðan 1991 hava Skoda hoyrt til VW-konsernina, og Skoda eru so gott sum somu bilar sum Volkswagen. Verksmiðjan í Kekkia hevur stóran týdning fyri landsins búskap.