Opna við ymsum lestrartíðindum

Nýggi próvtalastigin, sum hevur verið ávegis í fleiri ár, verður í summar settur partvís í gildi. Tað vil siga, at bert fólkaskúlarnir fáa nýggja próvtalsstigan, sum gongur frá 12 til minus 3.
Miðnámsskúlarinir mugu bíða enn eitt ár. Lidnir miðnámsskúlanæmingar mugu sostatt framvegis umrokna próvtalið, tá tey søkja inn á hægri lærustovnar.

(TALVAN; HAR TØLINI VERÐA UMROKNAÐ - JÓN TÓRÐUR HEVUR HANA ONKUSTAÐNI - SKAL SETAST INN HER)

_______________

Best umtóktu útbúgvingarnar í 2010

1 - Lægvidenskab, Københavns Universitet - 2.023 umsøkjarar - 10,8 kravt miðaltal
2 - Jura, Københavns Universitet - 1.258 umsøkjarar - 8,3 kravt miðaltal
3 - Almen erhvervs økonomi, Handelshøjskolen i København - 1.024 umsøkjarar - 7,2 kravt miðaltal
4 - Lægevidenskab, Århus Universitet - 941 umsøkjarar - 10,1 kravt miðaltal
5 - Psykologi - Københavns Universitet - 906 umsøkjarar - 10,5 kravt miðaltal


----------------

Hægstu kravdu miðaltølini á Københavns Universitet í 2010:

1 - Lægevidenskab 10,8
2 - Statskundskab/samfundsfag 10,7
3 - Antropologi 10,6
4 - Psykologi, Molekylær Biomedicin og Film- og medievidenskab 10,5
5 - Retorik 10,4
6 - Litteraturvidenskab 10,0
7 - Veterinær Medicin 10,1

Kravda miðlatalið verður roknað út frá talinum á umsóknum í mun til talið av plássum. Jú fleiri umsóknir eru til hvørt lestrarpláss, jú hægri verður kravda miðlatalið (kvotienturin). Miðaltalið kann tí skifta nógv frá ári til ár, alt eftir hvussu nógvar umsóknir koma inn. Tí ber ikki til at vita frammanundan, júst hvussu høgt miðaltalið skal vera, fyri at tryggja tær pláss, tá tú søkir.
-----

Føroyskt granskingarsetur (Álvur hevur gjørt mynd, sum skal setast til)

Nú er ein føroyskur granskingarpolitikkur stungin út í kortið. Granskingarøkið skal mennast, og karmarnir skulu gerast munandi betri.
Ætlanin er, at granskingin skal knýtast at Fróðskaparsetrinum, sum skal hava avtalur við útlendskar stovnar um útbúgving og gransking, soleiðis, at føroyingar kunnu fara uttanlands í styttri og longri tíðarskeið, og útlendingar kunnu koma higar at granska.
Uppgávan hjá granskarasetrinum verður at stuðla og birta undir meiri og fjølbroyttari gransking, millum annað í heilsu og biotøkni.
Sambært álitinum skal vinnan eggjast til at gera íløgur í gransking og menning.
Allar avtalurnar skulu hava breiða politiska semju, og karmarnir skulu setast fyri trý ár í senn.

-------

150 útbúgvin fólk rýma árliga

Føroyingar liggja í topp viðvíkjandi ungdómum, ið leita sær uttanlands at lesa. Heili 1100 føroysk ungfólk eru í løtuni uttanlands í lestrarørindum. Helvtin av teimum koma ikki aftur. Umroknað svarar tað til, at 150 vælútbúgvin føroysk ungfólk árliga veittra Føroyum farvæl.
Tað vísir seg, at tað eru trý ting, ið serliga hava ávirkan á, at ungfólk ikki koma heimaftur eftir loknan lestur.
* Jú yngri tey eru, tá tey fara
* Jú longri burtur tey fara
* Jú hægri útbúgving tey taka.

---------------

Undirvísing á You-tube (Àlvur hevur gjørt mynd, ið skal setast til)
Tekniski skúlin í Havn gongur nýggjar leiðir. Tey eru farin at leggja undirvísingartilfar út á you-tube, soleiðis at næmingar og foreldur kunnu fáa gleði av tí. Undirtøkan er sera stór, og fólk kunnu tilmeldað seg, soleiðis, at tey fáa mail hvørjaferð okkurt nýtt verður lagt út. T.d. er eitt klipp, sum greiðir frá hvussu tú setur ð. Eitt annað greiður frá, hvussu tú nýtir eina krossskipan.

---------