Orðblindi er tabu

Við ráðstevnuni um orðblindi vónar Lions Club at seta hol á eitt evni, fólk ikki rættiliga vilja tosa um



- Hóast á leið fimm prosent av øllum føroyingum eru orðblindir, er orðblindi ikki nakað, vit tosa um til dagligt. So um ein ráðstevna um orðblindi bara kann varpa ljós á trupulleikin, hava vit uttan iva gjørt nógvum føroyingum ein stóran beina.

Hetta segði Rasmus Magnussen millum annað, tá hann vegna Lions Club Tórshavn bjóðaði luttakararnum vælkomin á Ráðstevnu um orðblindi á hotel Føroyum fyrrapartin. 



Royna at yvirliva

Í røðuni brúkti Rasmus Magnussen sína egnu støðu sum dømi. Hóast hann ikki var vísur í tí, segði hann seg hava ein illgruna um, at hann er orðblindur í ávísan mun.

- Eg veit bara, at eg helst skáki mær undan at skriva og heldur royni at snakka meg burtur úr tí. Og soleiðis trúgvi eg, at tey flestu orðblindu royna at klára seg sum frægast hvør í sínum lagi. Man skal jú yvirliva í gerandisdegnum, segði Rasmus Magnussen.

Síðani hugdi hann út yvir stóru áhoyrarafjøldina og spurdi, hvussu nógv høvdu illgruna um, at tey kanska vóru orðblind.

Hóast hann lat eina fitta løtu ganga, hómaðust bert heilt fáar upprættar hendur millum teir meir enn 200 áhoyrararnar. Rasmus Magnussen fjaldi tó ikki yvir, at hann væntaði at síggja munandi fleiri gera vart við seg, tá hann fór at seta sama spurning móti endanum á ráðstevnuni.



Lykilin til lærdóm

Útgangsstøðið á ráðstevnuni var, at hóast orðblindi er ein stórur trupulleiki, er tað ein trupulleiki, sum tað ber til at gera nakað við. Tí setti ráðstevnan í stóran mun fokus á nýggjar og betri frálæruhættir innan orðblindi og tilboð um endurútbúgving til lærarar.

Hóast fólkaskúlin longu ger nógv fyri lesiveikar næmingar, ber altíð til at gera meir, vísti Jóannes Eidesgaard, løgmaður, millum annað á í setanarrøðuni. Eitt nú er alneyðugt, at ung og vaksin, sum eru orðblind og ikki hava ognað sær nóg hollan lesiførleika sum børn, fáa tilboð um undirvísing, so at eisini tey kunnu menna sín førleika, sum kann lætta um í gerandisdegnum, minti løgmaður á og legði afturat

- Fyri at tryggja, at vit koma longur fram áleið á hesum týdningarmikla øki, hevur Mentamálaráðið sett ein arbeiðsbólk at leggja eina ætlan fyri orðblindaundirvísing í Føroyum bæði við atliti at tilboðum til næmingar og eftirútbúgving fyri lærarar og serlærarar. Eisini er samstarv fingið í lag við Orðblindstovnin í Danmark og við Voksenskolen í Albertslund.

At fólk helst vilja fjala út yvir sítt orðblindi, er kanska ikki so løgi. Tí sum løgmaður vísti á, so er tað, at duga at lesa, lykilin hjá tí einstaka at kunna nema sær lærdóm, sum í flestu førum er fortreytin fyri bæði persónligari og fakligari menning í arbeiðslívi og luttøku í samfelagnum sum heild.

- At lesa er hartil ein sera týdningarmikil partur av lívsvirði okkara. Samfelagið hevur tað sum givna fortreyt, at vit øll duga at lesa. Og skulu vit fáa atgongd til lærdóm, so er lesiførleikin aftur ein fortreyt, segði løgmaður at enda, tá hann setti ráðstevnuna um orðblindi.