Birgir Kruse
Sunnkvøldið bjóðaði tú áhoyrarum í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn eins og útvarpslurtarum kring alt landið vælkomnum til "Samfelagsmøti" í Ebenezer. Hvussu mong mundu hoyra teg og tað, ið víðari fór fram?
Í Høllini á Hálsi mundu vera umleið 1400 fólk. Hvussu nógv lurta kring landið er ilt at siga, men eg havi varhugan av, at nógv fólk lurta eftir kristiligum sendingum. Tað skuldi tí ikki undrað meg, at Útvarpið var frá í nógvum heimum, bilum og umborð á skipum.
Ofta verður sagt, at tað sum fær fólk í hópatali at savnast, tað er í hvussu er mentan - samdur?
Mentan er eitt av hugtøkunum, sum flest øll hava eina meining um, men har fá eru samd. Øll eru helst samd um, at list er partur av mentanini. Men vit kunnu helst eisini tala um mentan innan ymisk onnur øki. Tað kann í summum førum vera ilt at skilja millum "vanar og siðir" og so mentan. Og kanska er tað soleiðis, at tá nakað er vorðið siðvenja, so er tað eisini ein mentan. Í so máta mega vit siga, at samfelagsmøtini eru ein partur av mentanini hjá brøðrasamkomunum - ikki tí at so mong savnast, men tí at tey savnast á hvørjum ári hesa ársins tíð.
Hvør er skráin við sovorið høvið?
Samfelagsmøtini eru vanliga løgd í eina fasta skrá, ikki minst tey, sum eru í Høllini á Hálsi. Tvs., at bæði byrjan, endi, talarar, felagssangur og sersangur er skipað. Og munur er eisini á skránni og innihaldinum, um tað er eitt "uppbyggingarmøti" ella tað er ein evnageliskur fundur.
Finnast forskriftir fyri hvussu trúgvandi, ella ein samkoma, eiga at savnast?
Neyvan nakar torir við Bíbliuni í hond siga, at HETTA er einasta rætta fyriskipanin hvussu tey trúgvandi skulu savnast. Men tað finnast meginreglur í Nýggja Testamenti, serliga í brøvunum, um samkomuviðurskifti, sum brøðrasamkomurnar meina eru grundleggjandi, og tí hava skipað seg, sum tær nú vanliga gera. Eitt nú bóklingurin "Bibilskar grundreglur fyri at savnast" eftir A. P. Gibbs, sum P.R.Poulsen umsetti, roynir at lýsa hesi viðurskifti.
Tú fæst dagliga við bøkur, eg hugsi um Landsmiðstøðina fyri Undirvísingaramboð har tú ert leiðari; er bókin sum vit higartil hava kent hana, besti og hollasti miðil at útbreiða kristnanina og viðurksifti tengd afturat trúgv, ella liva vit í tíðum, har meiri ágangandi miðlar eiga at verða umhugsaðir, eisini á hesum øki?
Hvør miðil er hollastur at bera gleðiboðskapin velst um, hvar tú ert í verðini og hvønn tú vendir tær til. Í Føroyum er samskifti mann og mann í millum - samrøðan og atferðin - kanska virknasti hátturin. Og arbeiðið millum børn og ung í sunnudagsskúla og á summarlegum er eisini av stórum týdningi í so máta. Kirkjur og samkomur hava góða umstøður í vørpunum og eg trúgvi, at tað hjá mongum er einasta sambandið við gudstænastur og møti, og er tí av alstórum týdningi fyri kristnilívið hjá mongum. Hvat fer fram á alnótini, veit eg ikki rættiliga, men havi varhugan av, at tað mangan verður til kjak fyri at kjakast. Men loynikamarið, tá tu ert einsamallur við Bíbliuni, eini bók, ella øðrum lesnaði og hevur frið til grundan og bøn hevur og fer altíð at hava stóran týdning í trúðarlívinum.
Sjálvur eri eg ikki so nógv fyri tí, sum er meiri ágangandi. Men vit eru so ymisk, bæði sendari og móttakari.
Føroyska "Drotningabíblian" við vinjettum hjá Margretu Drotning verður nú at fáa. Fert tú at keypa hana?
Tað kundi væl hent.
Hvat heldur tú um at vit hava tvær Bíbliu-týðingar? Ger tað málið bert ríkari, ella er hetta eitt klandursmál?
Upprunaliga vóru tað menn - tveir úrmælingar - sum brendu fyri at fáa Orðið á móðurmálinum. At stríð tók seg upp í sambandi við útgávuna hjá Victori er kanska ikki so løgið. Hetta var ein kollvelting í føroyskum trúðarlívi og eitt óvanligt málsligt eins og mentunarligt avrik framt av eini eldsál, sum hoyrdi til ein trúðarligan minniluta. Slíkar hendingar hava oftast eftirskjálvtar. Hetta átti ikki at verið eitt klandursmál í dag. Móðurmálið er so avgjørt stóri vinnarin.