Orð og gerð

Oddagrein:

Í mánaðir hava politikkarar og embætisverk sitið hendur í favn, meðan kreppan hevur fløtt inn yvir okkum. So knappliga raknar alt við. Avvarandi partar viðurkenna, at vit eru á veg inn í ta búskaparkreppu, ið kemur í kjalarvørrinum á altjóða fíggjarkreppuni. Landsbankin, sum er ein hin fremsti ráðgevi hjá løgtingi og landsstýri, er mestsum hamskiftur. Frá nærum at bagatellisera altjóða fíggjarkeppuna og hennara árin á okkara búskap blunka nú allar ávaringarlampurnar. Nú metir landsbankin, at BTÚ kann falla við 3-5% í 2009, og at fallið í 2010 møguliga verður 1-6% í mun til verandi ár. Arbeiðsloysið fer at vaksa til 4% í ár og sama rák er í okkara grannalondum. Hetta ger, at føroyingar, sum missa arbeiðið, ikki sum vant kunnu søkja sær arbeiði í grannalondunum. Nú er so álvarin gingin upp fyri teimum, sum stýra og ráða – vaknað við kaldan dreym, hava tey sannkent kreppuna.

 

Tað er er órættvíst at siga, at tey, sum stýra og ráða als ikki vita síni livandi ráð í hesi støðu, sum mestsum hevur tikið løgting og landsstýri á bóli. Síðan kreppan varð sannkend, hevur ikki trotið við hugskotum at byrgja fyri, at kreppan versnar og at venda vandamiklu gongdini. Vit kunnu fyri at nevna nøkur dømi vísa á uppskot um at skerja almanna- og onnur øki, at minka ella avtaka sjómannafrádráttin, at minka um rentustuðulin til sethúsabygging, at steðga lønarvøkstri við lóg, at seta lønir niður, at innføra tilfeingisgjald í fiskivinnuni o.m.a. áhugavert. Tað, sum ikki er minni áhugavert, eru øki, ið ikki verða nevnd. Lítil og eingin áhugi er fyri at nema við skatta- og avgjaldspolitikkin og bert fáur nevnir blokkin. Tað tykist heldur ikki, sum tey, ið stýra og ráða, hava gjørt sær nakrar tankar um almennu íløgurnar sum kreppufyribyrgjandi amboð eins og áhugi ikki tykist vera fyri teimum møguleikum, sum stóru almennu grunnarnir hava sum kreppuamboð.

 

Samantikið tykjast hugskotini ikki at tróta. Sama kann ikki sigast um viljan og evni at seta hugskot í verk. Sum so ofta í føroyskum politikki er ikki samanhang millum orð og gerð. Tað er væl skiljandi, at hugurin at seta hesi tiltøk í verk er lítil. Tiltøkini eru øll uttan undantak sera illa umtókt millum manna. Hetta man vera orsøkin til, at fáur mælir til ítøkilig tiltøk. Undantøkini eru t.d. Anfinn við sínum lønarsteðgi, Jóannes, sum nevnir kamelar, ið skulu svølgjast og Torbjørn, sum minnir á, at øll hava ábyrgd av standinum. Hví hendir so einki? Svarið liggur beint fyri fótunum. Vit hava ikki bert búskaparkreppu – vit hava eisini leiðslukreppu. Landsins evsta fyrisitingarliga leiðsla tykist ikki hava nakað boð uppá eina ítøkiliga kreppustrategi. Hevur entá róð framundir, at her er eingin kreppa. Løgmaður og varaløgmaður eru mest sum ósjónligir í hesum høpi. Teir hava latið øðrum vøllin, og eingin hevur nakra hóming av, hvussu samgongan ætlar at bjarga samfelagnum frá stóra skrædlinum. Nú er tíð at stíga í karakter, at vísa leiðslu og savna allar góðar kreftir og at fara til verka, áðrenn ov seint er.