Undirritaði, eftir Orakilsins tykki paranoidi og skizofreni politiski mótstøðumaður, saman við restini av andstøðumanningini drýpa høvur í djúpari samkenslu við hesum orakli, sum eftirhondini á føroyska og eisini á útlendska politiska pallinum hevur spælt síni kort á ein slíkan hátt, at ONGIN - hvørki hansara partamenn/samgongumenn ella aðrir politiskir mótspælarar taka hann fyri fult , ja rætt og slætt hava mist virðingina fyri hesum sjálvsupphevjandi persóni, sum er vorðin ein politiskur hofnar.
Tokulúðurin á Glyvrum er vorðin ein politiskt vittigheit, sum slær uppá stórutrummu, rópar hart fyri líkasum á tann hátt at styrkja sítt ego -ella kanska fortreingja minnilutakensl-urnar.
Hann kallar sín løgmann og "landsfaðir" og sín fyrrverðandi fiskimálaráðharra fyri djúpt kriminellar og óbrúkiligar alla aðrastaðni enn í Føroyum,- og setur harvið samgongu og alt Føroya fólk í eitt "óheppið" ljós úteftir, fyri síðani at ETA alt í seg aftur ,- lítið manssømiligt má sigast.
Hann hongdi vinnumálaráðharran út í samband við setan av nevnd í framtaksgrunninum og nú tosar nú við stórum rópar hann upp saman við restini av samgonguni um "útreiðsluneutralar" eykajáttanir
Livst so spyrst hvussu oraklið fer at tackla hesar?
At vit eru við at enda okkum í eini truplari fíggjarligari støðu aftur- hevur oraklið fyrst nú fingið eyguni upp fyri,- aftaná í skjótt fimm ár at hava verið ein partur av eini "forbrúks-samgongu" ja- tygum lesa rætt eini forbrúks-samgongu og ikki eini FULLVELDIS-SAMGONGU, - hesir hava forkomið sínum egna politiska máli við m.a. at lata tær almennu útreiðslurnar eksplodera og eru hesar hækkaðar við yvir einari MILLIARD frá 1998 til 2002.
Hetta orakulsum mánað eftir mánað móttekur danskar skattapengar frá vaskikonnuni á Nørrebrúgv til egna politiska propaganda og tekur gleðiliga við útbreiddum ørmum móti feitari danskari fólkatingsløn, sum var proklamerað á sinni at fara í stórapott hjá tjóðveldinum ? kom hon forrestin nakrantíð har?
Vágs Havn sum er orsøkin til hansara álop á meg, er sum eg havi skrivað áður blivin stemma niður við hjálp frá Hergeir og Jenis og er sambært viðmerkingar í lógini og á fíggjarlógini 2003 settar 5 mio av sum endurgjald til Vágs Býráð ? tað fyriliggur ONGIN onnur játtan sum er og hvat framtíðin kemur at vísa kann eg av góðum grundum ikki siga nakað um.
Kári P. Højgaard sum er samgongulimur og limur í fíggjarnevndini har undirritaði eisini er limir, hevur frá tingsins røðarapallið sagt at 5 mio er tað endaliga gjaldið og B.Djurholm hevur uppá munnligan fyrispurning frá mær svarað at tað ikki fyriliggur onnur játtan.
Hvat viðvíkur Vágs Havn annars, so skal eg eisini rættleiða Oraklið eitt sindur, -tað var nevniliga ikki tjóðveldistingmaðurin í suðri sum byrjaði málið um Vágs Havn á sinni ? tað var undirritaði saman við Vágs Býráð, - har undirritaði gjørdi vart við at umstøðurnar at lossa og lasta skip í Vági vóru vónleysar orsakað av dýpi og heitti á kommununa um at gera djúphavn , so størri skip kundu lossa og lasta.
Undirritaði var eisini saman við Vágs Býráð á fundi við landsstýrið um hetta mál sum endaði við at blíva eitt tilboð um samferðlsu og djúphavn.
Verklagslógin um útbygging av Samferðsluhavnini/djúphavnini í Vági bleiv løgd fyri tingið í fjør av undirritaða fyri sambandsflokkin og Hendrik Old fyri javnaðarflokkin, hetta uppskot skuldi viðgerast við 3. viðger í nov/des 2002
Uppskotið bleiv tikið aftur , av einari orsøk,- nevniliga at Hendrik Old og undirritaði fingu Bjarna Djurholm landsstýrismann at ganga við til at fáa Øravík/Hov tunnilin við á fíggjarlógina, og at 50% svarandi til uml 8-10 mio skuldi gjaldast til djúphavn/vinnuhavn í Vági sum kompensatión fyri at siglingin á Vág bleiv niðurløgd og samferðsluhavnin harvið slept.
Aftaná at vinnumálaráðharrin hevði fingið hesi ting uppá pláss við samgongulimir sínar blivu 7 mio (sum bleiv minkað til 5 mio) í fíggjarnevndini til Vágs Havn og 7 mio settar av til Bergholsbyrjan Hov/ Øravík.
So løgið tað ljóðar sást tjóveldistingmaðurin ikki í hesum leiki annað enn mær kunnugt, at hann arbeiddi ímóti hesi ætlan, tí hon ikki kom frá honum sjálvum, - ein skuldi trúð at Suðuroyggin og bestu heildarloysnirnar fyri oynna lógu honum tætt at hjartanum.
(Um oraklið vil hava hetta váttað kann hann tosa við borgarstjoran í Vági)
Hetta kann Bjarni Djurholm ivalyest eisini vátta, - um hann torur fyri sínum, - nú eina skamma stund so einigu samgongufeløgum.
At tosa um moralskar endurgjaldsskyldur frá eini samgongu har moralur er eitt banniorð- tað lati eg standa ósvarað og til Føroya fólk at døma um
Annars kann eg verða á einum máli við Oraklið á Glyvrum um, at sjálvandi er EIN samferðlsuhavn tað rætta nú tunnilin kemur, - vágbingar ynsktu ongantíð annað enn eina góða vinnu og djúphavn,sum var við til at skapa aktivitet og vinnumøguleikar,- tað var landsstýrið sum kom við uppskotinum um samferðslu og djúphavn í Vági, lat okkum fáa tað uppá tað reina.
Nýggi Smyril er eisini neyðugur, og allir føringar, ikki einans suðringar eiga at gleðst um at hann kemur, - hann hevði so komið óansæð hvør sat í samgongu kann eg heilsa Oraklinum á Glyvrum, tí núverðandi Smyril siglir uppá lánta tíð og hevði ikki fingið loyvið at siglt leingi afturat, so loysnin er sjálvsøgd og mær vitandi so hava allir flokkar á tingið tikið undir við hesi ætlan.
Undirritaðið tók stig til - saman við restini av tingmanningini í Suðri skipað fyri einum kunningartúri fyri løgtingið til Suðriar í fjør.
Eitt slíkt tiltak burdi sjálvandi verið gjørt fyri langt síðani, men betri seint enn ongantíð, og haldi eg at hesin túrur fekk lýst fyri tingmanning og embætisfólki sum vóru við, støðuna í Suðri .
Tað er nógv gott í Suðuroynni, men tað er so sannliga eisini nógv sum liggur á láni millum annað vegakervið sum heild, tunnlarnir Hvalba og Sandvík sum eru alt ov lágir til lastbilar og bussar o.m.a
Hesin túrur gjørdi eisini at m.a. Kári P. Højgaard bleiv heitur talsmaður fyri "bakkaverjuni" í Sumba í fíggjarnevndini ? takk skal hann hava fyri til tað.
Tá ORAKLIÐ tosar um Almanna ?og heilsuskúlan ? hvussu er hann so raðfestur av hesi samgongu?? ? eru t.d. hansara framtíðar fortreytir fyri at virka í Suðri høgt raðfestar?
Miðnámsdskúlin skal verða vælkomin í Vági , men eg má gera eitt hjartasuff her,- vit útbúgva okkara ungu til at flyta burtur frá heimbygdum sínum fyri ongantíð at venda aftur, og ver
Tað skal ikki eitt onkisigandi ORAKUL av Glyvrum, ein tóm buldrandi politisk tunna, sum hevur niðurgjørt bæði seg sjálvan og sín flokk, til at døma um - hvørki mín egna, ei heldur sambandsfloksins politikk, - tað er hann ikki førur fyri, - hann dugir hvørki fólkaskikk ei heldur at stýra sær sjálvum ella ørðum hann hevur við at gera, so hvussu í harrans navni skal hesin stýra Føroya landi.
ORAKLIÐ tosar eisini um ein ivaleyst (tjóðveldis)høvund sum skal hava sagt at í sambandsflokkinum var ómoralur settur í system??
Har fer Oraklið so púra skeivt, tað finnist bara eitt stað í føroyskum politikki har hetta fyribrygdi finnist, -nevniliga í sitandi samgongu.
Suðuroyggin stendur mín hjarta nær og hevur altíð gjørt tað , ? óansæð um eg eri í politikki ella ei og vil eg til einhvørja tíð verja og verða við til at byggja hesa oyggj upp saman við suðringum og øðrum góðum fólki.