Tónleikur
Bólkurin Gestir, ið gav fyrstu og væl móttiknu fløgu sína ”Burtur frá toftunum” út fyri tveimum árum síðani, er broyttur eitt sindur síðani teir vóru at hoyra m.a. á G! festivalinum í summar. Teir, ið mynda bólkin leygarkvøldið, eru Ólavur Jákupsson, sang og el-gittar, Torfinnur Jákupsson, el-gittar, Jens L. Thomsen, el-bass og Jógvan Andreas á Brúnni, trummur.
Bólkurin Orca, ið gav út fløguna ”Livandi Oyða” stutt fyri jól, er sermerktur á tann hátt, at ljóðførini, ið nýtt verða, eru øll gjørd úr burturkasti og ymiskum avløgdum lutum, ið funnir vórðu í einum fjósi innan Glyvur fyri eini tveimum árum síðani. Jens L. Thomsen spælir upp á hegnpelabass, Bogi á Lakjuni spælir einstreingjaða slide rørlampu, Ólavur Jákupsson spælir upp á fløskuorgul og syngur, Jógvan Andreas á Brúnni spælir upp á ymsar tunnur úr plasti og jarni, og Kári Sverrisson spælir upp á eina oljutunnuharpu og syngur.
Orca spældi eina væl vitjaða konsert á Kambsdali farna vikuskifti. Konsertin á Strondum leygarkvøldið er liður í fyrireiking til framførslur hjá Gestum og Orca, ið verða í Belgia og aðrastaðni fyrst í mai mánaði.