Umframt konsertir í Norðurlandahúsinum, verða eisini fleiri konsertir úti um landið, nú konsertfelag Norðurlandahúsins, Orfeus, fer undir nýggja skrá.
Fyrsta konsertin við sangarinnuni Mariu Malm-sten Steinkopf og gittar-leikaranum Einari Stein-kopf verður í Stóra Pakk-húsi í Vági sunnudagin.
Onnur konsertin í Orfeus-røðini verður í skúlanum í Vestmanna sunnu-dagin 17. november klokkan 17:00. Tá fara Stamen Stantchev og Yuri Penev at spæla ferhent klaver.
Triðja Orfeus-konsertin verður í Eiriksgarði í Dali. Har fara tey trý Andrea Heindriksdóttir, Jógvan Zachariassen og Ólavur Jacobsen at spæla á ávikavist floytu, fagott og gittar. Tey eru øll trý úr bólkinum Aldubáran. Konsertin í Eiriksgarði verður sunnudagin 9. februar klokkan 15:00
Fjórða konsertin á skránni hjá Orfeusi verður í skúlanum í Trongisvági sunnudagin hin 9. mars klokkan 17:00. Tá fer klaverleikarin Jóhannes Andreasen at spæla.
Fimta og næst seinasta konsertin á nýggju skránni hjá konsertfelagnum Orfeusi verður í Mentunar-húsinum í Fuglafirði hóskvøldið hin 10. apríl klokkan 20:00. Tá fara tey bæði Martial Nardeau og Guðrún Birgisdóttir at spæla floytu.
Sætta og seinasta konsertin hjá Orfeusi hetta skeiðið verður í skúlahøllini á Giljanesi sunnudagin hin 11. mai klokkan 17:00. Tá fer Sámal Petersen at spæla soloviolin. Afturat sær hevur hann sjónleikaran Páll Danielsen, sum afturvið tónleiki Sámals fer at lesa ævintýrið um spanska tarvin Ferdinand.
Allar seks konsertinar hja Orfeusi verða eisini hildnar í Norðurlandahúsinum mikukvøld klokkan 19:30.