Organistur í ein mansaldur

81ára gamli Líggjas Eliasen hevur verið urguleikari í Mikladals kirkju síðan hann var smádrongur. Hann var bara 11 ára gamal, fyrstu ferð hann spældi til gudstænastu í kirkjuni

Fyri 81 ára gamla Líggjas Eliasen í Mikladali hevur sessurin við urguna á loftinum í kirkjuni sín serliga tídning. Har, við rygginum móti altartalvuni hjá J. Waagstein av árabáti í ringum sjógvi, hevur hann í ein mansaldur sitið og spælt til gudstænastu, barnadóp, brúðarvígslu og jarðarferð. Sunnudag eftir sunnudag situr hann og spælir á Leo Rechnagel traðki-orglið í gomlu kirkjuni.
Tá Líggjas var smádrongur var Marius Johannesen lærari í Mikladali og á Trøllanesi, og tað var hann, sum lærdi 10 ára gamla Líggjas at spæla á urguna. Og tá Líggjas var 11 ára gamal, spældi hann fyrstu ferð til gudstænastu í kirkjuni í Mikladali.
Líggjas greiðir frá, at tað var spennandi at sleppa at spæla til gudstænastuna. Árið eftir giftust Jóna og Marius Johannesen í Mikladals kirkju, og tá varð Líggjas biðin at spæla til vígsluna. Hann minnist, at N.J. Rasmussen var prestur í Mikladali um hetta mundið. Ungdómsárini spældi Líggjas ofta í kirkjuni, og í 1937 varð hann biðin at vera fastur urguleikari. Hann var tá 16 ára gamal. Síðan er nógv vatn runnið í ánni, og Líggjas minnist seg hava spælt bæði til barnadóp og brúðarvígslu hjá summum av bygdafólkunum, og eisini hava fleiri prestar verið í prestadøminum hesi árini. Pápi hansara var degnum í Mikladals kirkju í umleið 60 ár, og tíðum vóru tað tí faðir og sonur, sum stóðu fyri gudstænastuni.
- Tá eg byrjaði at spæla, vóru allir sálmarnir á donskum. Hóast tað í dag verður sungið á føroyskum, so eru mong av løgunum enn tey somu, greiðir Líggjas frá. Tó kemur fyri, at nýggj løg verða gjørd til gomlu sálmarnar, ella at nýggir sálmar við nýggjum løgum vera at syngja.
- Er okkurt nýtt lag til gudstænastuna sunnudag, so plagi eg at fara niðan í kirkjuna leygarkvøld at venja eitt sindur, sigur Líggjas. Hann hevur tó ikki fyri neyðini at venja so nógv, tí sum oftast sita løgini skjótt. Tó kann vera tungt at spæla nýggju løgini til gudstænastuna, tí kirkjufólkið kennir ikki løgini frammanundan, og hevur tí trupult at syngja við. Burtursæð frá tí, sum Marius Johannesen lærdi hann at spæla sum smádrong, er Líggjast sjálvlærdur urguleikari. Honum dámar væl at spæla, og tí fellur tað ikki so tungt at læra seg nýggj løg. Hann greiðir frá, at vanliga verða tveir av sálmunum, sum hoyra til lesturin ávísa sunnudagin, sungnir til gudstænastuna, meðan hann sjálvur, saman við presti ella degni, velur hinar. Mikladalur hoyrir til prestadømið í Klaksvík, og í meðal er prestur í bygdini eina ferð um mánaðin.
Mikladals kirkja er frá 1859, men í 1915 varð yvirtromin tikin av, og veggirnir hækkaðir nakað. Herfyri fór takið á kirkjuni at leka, og í síðstu viku varð nýtt aluminiumstak lagt á. Líggjas Eliasen greiðir frá, at fyrsta orglið kom í kirkjuna í 1890?unum, men í 1953 varð tað skift út við nýtt orgul av slagnum Leo Rechnagel frá Haslev Orgelfabrik. Gamla orglið varð tó ikki blakað burtur, men stendur enn í einum húsum í bygdini. Talan er tó ikki um eitt pípuorgul, men eitt ?traðki-orgul?.
Síðan Líggjas Eliasen byrjaði at spæla í kirkjuni, er fólkatalið í bygdini minkað nógv.
- Undir krígnum og í fimmtiárunum búðu 130 fólk í Mikladali, men nú eru bara 50 eftir, greiðir hann frá og leggur afturat, at tað sæst sjálvandi aftur í kirkjuni. Vanliga eru umleið 20 fólk til gudstænastu í Mikladali. Eisini er brøðrasamkoman í bygdini, og har hava nøkur av bygdafólkunum sína gongd.

Eingin at taka við
70 ár eru liðin síðan Líggjas Eliasen fyrstu ferð spældi til gudstænastu í Mikladals kirkju. Sum yngri arbeiddi hann eitt ár í Hoyvík og hálvt annað ár hjá Kjølbro í Klaksvík, men hevur annars verið fastur urguleikari í Mikladals kirkju í samfull 65 ár. Nú hann verður 82 ár næstu ferð, hevur Líggjas hugsað um at gevast við at spæla.
- Jú, eg havi hugsað um at gevast, men her er eingin at taka við. Eg plagi at biðja ein annan mann úr bygdini spæla í kirkjuni, tá tað ikki liggur fyri hjá mær, men hann er 77, leggur Líggjas smílandi afturat.