Orka og G! farin undir samstarv

Undir heitinum Orka presents hava alternativa tónleikaverkætlanin hjá Jens L. Thomsen og G! Festivalurin tikið upp samstarv. Úrslitið av hesum er, at tey í felag hava kunngjørt tríggjar nýggjar bólkar, sum koma at spæla á festivalinum í Gøtu í summar.

 

Felags fyri hesar tríggjar bólkarnar er, at tað er Jens L. Thomsen, ið hevur heitt á hesar bólkarnar, um at spæla á G!. Harumframt er talan um futuristiskan tónleik í øllum trimum førum, ella boð upp á framtíðar tónleik.

Hetta skal stiðja undir, at G! er ein festivalur, sum umframt øll hini tónleikatilboðini, eisini peikar frameftir, greiddi Jens L. Thomsen frá í sendingini Brunsj hjá Kringvarpinum í morgun.

 

Bólkarnir, sum Orka presents kunngjørdi at koma á G! í summar eru LV & Okmalunkoolkat, MRC Riddims og King Midas Sound.

 

Á leinkjunum niðanfyri ber til at hoyra, hvussu hesir bólkar ljóða.

 

Mynd: Skermprent av Jens L. Thomsen úr sjónbandalagnum "Hon leitar"