ORKA við nýggjari konsertfløgu

Ein liveútgáva við 11 løgum er eitt av úrslitunum, ið liggur eftir eitt 14 daga konsertuppihald í Rennes í Frankaríki, har tónleikaverkætlanin ORKA samstarvaði við Oscar-nomineraða tónaskaldið og tónleikaran Yann Tiersen.

 

Konsertuppihaldið, sum var í 2008, vakti stóran ans, og ORKA varð nevnt í heimsmiðlum so sum BBC, CNN, Le Monde og Rolling Stone Magazine. Mett varð, at yvir 40 milliónir fólk frættu um hendingina.

 

Upptøkur vóru gjørdar undir konsertunum, og í næstum verða hesar útgivnar á fløgu undir heitinum "ORKA – Live at Trans Musicales". Á fløguni eru 11 skeringar. Tó at liveútgávur av kendum løgum sum "Fjøllini standa úti", "Livandi oyða" og "Volmar letur eygað aftur" eru á fløguni, er meginparturin av løgunum ikki útgivin áður. Nevnast kunnu eitt nú "Dyrnar eru opnar", "Tey deyðu" og "Onkran morgun".

 

Fløgan kemur út á plátufelagnum Tutl 18. desember 2012. Tónleikarar, ið spæla á fløguni, eru Kári Sverrisson, Ólavur Jákupsson, Jógvan Andreas á Brúnni, Bogi á Lakjuni, Yann Tiersen og Jens L. Thomsen. Fløgan varð mixað í Støkumørk, Innan Glyvur, mastrað av Matt Colton í Alchemy, London, og Heiðrik á Heygum hevur sniðgivið húsan.

 

ORKA hevur annars havt úr at gera í ár, og hevur spælt kring Europa. Millum annað hevur ORKA júst verið á væleydnaðari konsertferð í Italia, har ummæli og samrøða varð prentað í størsta italska blaðnum, Corriere della Sera.

 

Eisini var ORKA í Ghent í Belgia í oktober til premieru, har ORKA hevði skrivað tónleik til M&M, ið verður mett sum heimsins stórsta robottorkestur.

 

Síðst men ikki minst fekk videolagið til ”Aldan reyð”, ið Heiðrik á Heygum hevur leikstjórnað, heiðurin at vera útvalt sum Staff Picks hjá Vimeo.com og innstillað til Vimeo Awards, umframt at vera víst á millum annað filmsfestivalinum í Keypmannahavn CPH PIX.

 

Richard Dumas hevur tikið myndina av ORKA í 2008.

 

Samrøður/Links í samband við Trans Musicales 2008:

www.dailymotion.com/video/x7nx3w_orka-yann-tiersen-aux-transmusicale_music

www.dailymotion.com/video/x7ktp7_transmusicales-yann-tiersen-feat-or_music

 

Greinin, ið varð prentað í stóra italska blaðnum Corriere della Sear:

www.facebook.com/photo.php

 

Sí annars áður umrødda videolagið "Aldan reyð" og úrslitið av samstarvinum við M&M Robot Orchestra niðanfyri.